Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

kvinnurnar hjá Mjølni vunnu Eik steypið til ognar

Oliver Joensen

Tvær ferðir skuldi Eina S. Kalsø fram eftir steypum, sum borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim handaði Mjølnirkvinnunum í Høllini á Nabb.- Seinni myndir úr umklæðingarrúminum. – Bert í Norðlýsinum.

 Latið okkum sóla okkum ímeðan sólin skýnir á okkum. Tær eru bara ótrúligar, Mjølnirkvinnurnar. Eik steypið/Føroya Sparikassasteypið varð givið til flobóltskappingina hjá kvinnunum í 2005.

Tað fyrsta árið vann Mjølnir steyðið, men treytin fyri at fáa steypið til ognar var, at so skuldi tað vinnast antin fimm ferðir ella tríggjar ferðir á rað. Við sigrinum í gjár, hava okkara kvinnur vunnið steypið tríggjar ferðir á rað, og hava sostatt vunnið sær steypið til ognar. Hitt steypið var til ognar frá Flogbóltssambandinum, fyri at hava vunnið steypakappingina í ár.

Flogbóltsgólvið, sum brúkt var til steypafinaluna er so fínt, at har sluppu kvinnurnar ikki at koyra propparnar av sjampagnufløskunum, men tað sluppu tær í umklæðingrrúminum. Norðlýsið var við, sí myndir hagani um eina løtu – Bert í Norðlýsinum.