Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar spæla avgerandi dyst í dag

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar skulu í Gundadal, har tær spæla dystin, sum helst avgerð FM lagnuna.

HB tekur ímóti og talan kann gerast um sera spennandi dyst. HB liggur nr. 3 í kappingini og hevur í ár givið KÍ harða mótstøðu. M.a. endaði eini steypadysturin í Klaksvík við javnleiki, har liðini máttu út í longda leiktíð fyri at finna vinnaran. Tríggir dystir eru eftir at spæla í kappingini hjá kvinnunum, har KÍ eftir hendan møtir AB(heima) og ÍF (úti), sum KÍ á pappírinum ikki eigur at hava trupulleikar við at vinna. 

EB/Streymur liggur í løtuni 2 stig frammanfyri KÍ og tí má KÍ helst vinna allar tríggjar dystirnar fyri at tryggja sær FM heitið.

Dysturin í Gundadali millum HB og KÍ byrjar kl. 18.00 og dómari verður Elsa Andreasen.