Í fyrsta dystinum í seinna umfari av kappingini í ár, leiktu KÍ kvinnurnar ímóti EB/Streymi á Eiði og vunnu ein tryggan 7-1 sigur.
1. kvinnuliðið hjá KÍ er framvegis fremst í kappingini um føroyameistaraheitið. Tær vunnu ídag trygt á EB/Streymi, hóast spælið ikki gekk so væl leikliga, sum tær áður mangan hava víst. Vivian Bjartalíð og Poula Mikkelsen noyddust út við skaða og tað er at vóna at tær hóast alt vera tøkar tá liðið skal til Póllands at leika Europa cup um tríggjar vikur.
Malena Josephsen skoraði 3 mál í dystinum ídag, Rannvá Andreassen 2, Vivian Bjartalíð 1 og Annelisa skoraði 1 uppá brotsspark.
Nú byrjað er uppá seinnu hálvu, liggja KÍ kvinnurnar fremst við 23 stigum, meðan sum má sigast at vera einasti kappingarneytin liggur á 20 stigum.




