Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnusamskipanin sær trøll….

John William Joensen

Tað er ótrúligt, at kvinnusamskipanin nú skal síggja trøll allastaðni bert tí at redaktiónin á Dimmalætting hevur sett eina lýsing í blað sítt har lýst verður við skøkjulevnaði.

Sjálvt um vit ongantíð høvdi funnið uppá at sett eina slíka lýsing í blað okkara, so leypur Inga Ellingsgaard á Norðlýsið, ið staðin at taka um rótina og fara eftir høvuðsstaðarpressuni, sum hevur sett fokus á sexevnið, bert fyri at selja bløð.
Ghanesisku kvinnurnar, sum við jøvnum millumbilum hesi 20 seinastu árini millum annað hava sett ynski um brævasamband í Norðlýsið eiga ikki at vera skuldsettar fyri skøkjulevnað uttan so at kvinnufelagssamskipanin hevur prógv fyri at so er.
Vit á Norðlýsinum vita líka so lítið um Ghanesisku kvinnurnar sum kvinnufelagssamskipanin. Men um hesin felagsskapur hevði vent sær til okkara, so skuldi felagsskapurin fingið allar upplýsingar, ið vit hava.
Í fyrsta lagi ber als einki í teimum brøvum vit hava fingið, boð um millumhandlarar ella at kvinnurnar gjalda nakað sum helst til nakran. Tvørturímóti skriva fleiri, at tær hava fingið adressuna á Norðlýsinum ígjøgnum donsku ambassaduna í Ghana. Harafturat taka vit ikki pening fyri lýsingar "Undir neystinum" ella fyri lýsingar um samband, men hóast tað, hava fleiri teirra sent ein dollara ella báðar tveir við í brævinum til okkara.
Adressurnar, sum møguligir áhugaðir menn úr Føroyum skulu skriva til, sýnast okkum at vera persónligar, tí vit hava ikki verið varðugir við at sama adressa hevur gingið aftur hjá teimum kvinnunum, ið ynskja samband. Av góðum grundum vita vit ikki um kvinnurnar eru partur av skipaðum kriminaliteti. Men vit meta at tað er langt úti at rógva upp undir at so skal vera uttan at hava nakaðsumhelst prógv, tí um hetta var tilfellið, so hevði ivaleyst onkur ábending verið komin fram um hetta, tey mongu árini Ghanesisku kvinnurnar hava lýst, bæði í Norðlýsinum, Dimmu og Sosialinum.