Sum nakað heilt nýtt fer Klaksvíkar Svimjuhøll at skipa fyri serstakari svimjing fyri kvinnur.
Í hesum tíðum har nógv verður tosað um at seta fokus á kvinnur við m.a. at fáa fleiri kvinnur at luttaka í politikki, hevur svimjihøllin avgjørt at seta eitt kvøld um vikuna av til konufólkini.
– Vit royna við hesum at fáa fleiri kvinnur at svimja og er undirtøka fyri tiltakinum fara vit at umhugsað at gera hetta til ein fastan tátt, sigur Torkil Mørkøre, leiðari fyri svimjihøllina.
Fyrsta kvinnusvimjingin verður nú mánakvøldið frá kl. 20 og verður síðani hvørt mánakvøld fram til jóla. Bilettsølan steingir kl. 20:30 og i samband við tiltakið vera bert kvinniligir lívbjarar, so ein kann av røttum siga at kvinnurnar hetta kvøldið eiga svimjihøllina í Klaksvík.




