Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøða til Heina á Marknagili á sekti ára degnum

John William Joensen

Í dag, leygardagin 9.mai, verður Heini á Marknagili seksti ár.

Heini á Marknagili er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Foreldrini vóru Lina og Andreas á Marknagili. Heini er næstelstur av 4 syskjum. Heini er giftur við Judith mostur okkara, og eiga tey 3 børn, – Oddur, Lisbeth og Annika.

Vit hava øll dámt sera væl at komu út í heim tykkara, tí hjá tykkum kenna vit okkum væl. Vit hava altíð verið nógv saman, haldi ikki vit taka munnin ov fullan, tá vit siga, at børnini hjá tykkum og vit hava kent okkum meir sum systkin enn systkinabørn.

Minnast serliga sum børn, hvussu hugnaligir leygarmorgnarnir vóru, tit komu altíð tíðliga heim at keypa, og tað var tað besta vit vistu, tí tað var altíð so stuttligt og hugnaligt, og neyvan sloppu tit út aftur á Bumshamar, uttan at onkur av okkum vildi sleppa út við. Tað er ein tíð, sum vit minnast aftur á við gleði.

Heini plágar so ofta at taka til. at hann ikki veit um betri systrar enn mammu og Judith, og tað kunnu vit øll taka undir við. Tær eru ómetaliga góðar systrar, og tað hevur givið okkum systkinabørnunum so ótrúliga nógv, – vit hava nógv at takka fyri.

Fyri okkum er Heini ein góð fyrimynd. Blíða og skemtiliga lyndið, arbeiðssemið og vinalagið eyðkenna hendan góða mann. Vit hava altíð mett Heina serliga høgt. Og vilja vit nýta høvi at takka tær og tínum húski, fyri tað tit eru fyri okkum.

Vit vilja enda við at ynskja tær hjartaliga tillukku við teim seksti, og má Harrin signað tykkum øll.

Vit í Víkunum