Kvøldsetan verður fríggjadagin 1. des. kl. 19.00
Hetta í sambandi við, at tað eru júst 150 ár liðin, síðani Kunoyar Kirkja varð vígd. Marjun Lómaklett hevur stutta hugleiðing um “kirkjusiðir í eldri tíðum”, og Óluva Klettskarð heldur fyrilesturin “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt…” – Ein siðsøgulig lýsing av Kunoyar Kirkju sum savnandi megi og miðstaður fyri bygdafólkini í Kunoy, Haraldssundi og á Skarði.
Drekkamunnur verður eisini at fáa.
Hjartaliga vælkomin!



