Livandi tónleikur, framløgur og kjak eru á skránni á kvøldsetu, sum Amnesty International, Kvinnuhúsið og Sig frá – Almannamálaráðið skipa fyri mánakvøldið 25. nov. Klokkan 20
Livandi tónleikur, framløgur og kjak eru á skránni á kvøldsetu, sum Amnesty International, Kvinnuhúsið og Sig frá – Almannamálaráðið skipa fyri mánakvøldið 25. nov. Klokkan 20
25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki.
Eisini í Føroyum fara vit at varpa ljós á henda trupulleika. Tí eisini í Føroyum eru kvinnur fyri harðskapi.
Á skránni:
Lív Næs syngur
Katrin á Neystabø, AI: Triðja hvør kvinna í heiminum er fyri harðskapi – tí er talan um ein javnstøðutrupulleika!
Súsanna Skaale, sálarfrøðingur: Hví er harðskapur móti kvinnum framvegis tabu?
Elin Winther Poulsen, Sig Frá Verkætlanin: Sig frá – hvussu langt eru vit komin?
Kvøldsetan er í hølunum hjá Amnesty International í Niels Finsensgøtu 32 ( Vertshúsið ), og hon er almenn og ókeypis. Umframt livandi tónleik og framløgur bjóða vit kaffi og okkurt afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Amnesty International, Kvinnuhúsið, Sig frá – Almannamálaráðið”
Vit liva í einum heimi, har í minsta lagi triðja hvør kvinna onkuntíð í sínum lívi hevur upplivað at blíva bukað, tvingað til kynsliga samveru ella á annan hátt misnýtt. Og í vesturheiminum er talið 23%. Altso ímillum fjórða og fimta hvør kvinna.
Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur heima við hús er høvuðsatvoldin til, at kvinnur millum 16 og 44 ár doyggja ella fáa varandi mein. Fleiri kvinnur doyggja sostatt av harðskapi, enn av krabbameini ella ferðsluvanlukku. Sambært WHO eru næstan 70% av myrdum kvinnum dripnar av sínum sambúgvum.
Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum.




