Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kvøldseta um seyð og seyðahald

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um seyð og seyðahald. Hetta hava verið góðar løtur, har sagt hevur verið frá um hagapartar í Eysturoynni, Norðoyggjum, Streymoynni og Sandoynni. Hetta er ein frumgróður í okkara gomlu mentan.

Kvøldsetan verður í Mentanarhúsið í Fuglafirði fríggjakvøldið 25. okt. kl. 19.

Hugaligt hevur verið at lurta eftir frásagnunum, hvussu væl tær hava verið orðaðar og bornar fram á ein siðsøguligan hátt. Tað er hugtakandi at síggja myndatilfarið, ið sýnt verður upp á skýggjan, meðan sagt verður frá. Ja, dugnalig hava hesi fólk verið  í teirra verumát í orð og talu, myndafrásagnum og  lagliga orðalagði, ið eru í tilknýti til  staðarnøvn, rakstur og fjallgongur. Ein stak góð uppliving fyri eygað og oyrað.

Í steðginum verður ein te- og kaffimuður við drýli og kjøtpylsu afturvið. Hetta er biti, ið kræssar stak væl úr Heygabúðini í Klaksvík.

 

Teir, sum siga frá:

Ingvard Lamhauge, Saltangará

Søgan um Gøtuseyð –  Staðarnøvn og røkurnar – møguliga verður onkur søgan       søgd um hesa gongd.

            Tey ymisku fylgini í Gøtuseyði.

            Hvønn týdning hevur tað at halda áseyðatalið?

            Hvussu sær seyðaárið út fyri Gøtuseyð?

 

Jónfinn Thomsen, Sandavágur (ættaður úr Syðrugøtu)

              Ein fjalldagur Norðuri í haga

 

Jón Nónklett, Lamba

           Festari á ”Eystursíðuni”, sum hoyrir til Lamba. 

            Eg tók við í 2016 og røkti sjálvur.

            Hagin er 3 merkur,10 gyllin og skipanin er 115 áseyðir.

 

Ingibjørn Eldevig, Fuglafjørður

Seyðahald, reglugerð – brúksrættur/-brúksskyldur. Frásøgnin byggir á hagalógina – gyrðingarlógina og aðrar lógir, ið fyriskipa  seyðahald v.m.