Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldsskúlanæmingar gera klárt til framsýning

Ragnhild Ellingsgaard

Í morgin, sunnudag 26. apríl, letur árliga framsýningin hjá Klaksvíkar Kvøldsskúla dyrnar upp.

Tað hevur verið rættiligt lív í skúlanum við Ósánna í dag, meðan teir mongu næmingarnir á Klaksvíkar Kvøldsskúla hava gjørt klárt til árligu framsýningina saman við lærarum sínum. 

Framsýningin plagar at verða væl vitjað og hetta merkist eisini aftur hjá teim mongu, sum sýna fram. Tey eru eldhugað og vilja hava, at alt er júst soleiðis, sum tað skal vera. Turrikløð verða strokin, handgjørdu smúkkurnar skulu liggja rætt og málningarnir skulu hanga soleiðis, at samanhangur er í øllum. Men hóast øll skuldu renna eitt sindur fyri at náa at fáa alt klárt til í morgin, so hevur hýrurin millum næmingarnar verið av tí besta allan dag. Og nú, tá klokkan nærkast midnátt, skuldi alt verið komið so nøkulunda upp á pláss, soleiðis at fólk kunnu fara heim at hvíla seg áðrenn stóra dagin í morgin, tá dyrnar lata upp fyri almenninginum. 
Skráin fyri framsýningina er hendan: 

15:00Framsýningin letur upp

16:00Harmonikutónar
16:45Próvhandan
17:00Linedansur
20:00Hurðarnar lata aftur
Kvøldsskúlin hevur eina breiða viftu av tilboðum og hetta sæst eisini aftur á framsýningini, sum eru sera fjølbroytt. Eitt av hæddarpunktinum á framsýningini plagar at verða linedansurin hjá Áshild – og hesin verður eisini á skránni í morgin, sunnudag. 
Við at trýsta á hesa leinkju kanst tú síggja brot av dansinum, tá tey vandu fyri seinastu ferð áðrenn framsýningina í morgin:  http://youtu.be/dn709_Hw0NU
Meira kunning um mongu tilboðini hjá Klaksvíkar Kvøldsskúla eru at finna á heimasíðuni www.kks.fo.