Í garðinum hjá ommu grør
eitt vakurt nálatræ;
tað upp úr dimmu, kørgu jørð
fær megi dag um dag.
Tað veksur nakað ár um ár –
nú javnt við hjallin er;
tað summar, heyst – ja, vetur vár
ein grønan búna ber.
– Tveir smáir fuglar hetta træ
til heim sær hava valt -,
tað segði abbi mær í dag
um fuglar veit hann alt.
Og reiðrið er so snøgt og fínt –
ja, strá lagt upp á strá
og væl við sevjublandi klínt,
eitt listaverk at sjá.
– Tá bøgan hevur vorpið má
hon bøla vikur tvær,
út ungarnir fyrst koma tá –
tað segði abbi mær.
– Og steggin er í góðum lag,
tað sæst: hann gleðir seg.
Hann hevur sungið allan dag,
tað sama geri eg –
– Í fjør – tað segði omma mær,
– tá ið eg fór í song
tá tók ein ketta ungarnar
av tí hon var so svong -.
Tá syrgdu smáu fuglarnir
og sungu ikki meir –
og abbi gekk so tigandi,
hann syrgdi eins og teir.
Um tú vilt síggja ungarnar
og hoyra fuglasong,
tá mást tú geva kettuni
so hon ei gongur svong.
Ja, dagliga hon fáa má
so fuglurin fær frið –
teir hjartans glaðir syngja tá,
og tú skalt syngja við.
Eyðun




