Aksel V. Johannesen boðaði frá í ólavsøkurøðuni, at tann parturin í nýskipanaruppskotinum, at fara frá fiskidøgum til kvortir kemur ikki í gildið fyrr enn 1. januar 2019. Tað er sostatt útsett í eitt ár. Uppskotið um nýskipan av fiskvinnuni verður væntandi lagt fyri tingið í august.




