Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvoturnar í Barentshavinum

John William Joensen

Nógv hevur verið frammi seinastu tíðina um prísin á kvotunum í Barentshavinum og tað er ikki sørt, at menn halda at tær eru tryggar og at tær fara at geva avkast í langa tíð framyvir.
Um føroyingar eru síðustillaðir við íslendingar, tá ið ræður um at tinga seg fram til kvotur í norskum og russiskum sjógvi man helst vera ógvuliga ivasamt.
Fiskivinnan í Íslandi er sterk, men munurin ímillum Føroyar og Ísland á fiskivinnuøkinum er, at Ísland als ikki er so tengt at fiskivinnuni sum vit eru og hevur tí fleiri streingir at spæla uppá tá tingast skal um kvotur í fremmandum sjógvi.
Svartkjafturin hevur stilla okkum føroyingar rættuliga væl, tá ið tað hevur rátt um at útvega okkum toskakvotur í Barentshavinum og tíðum hevur verið ført fram, hvørt tað er rætt at vit selja svartkjaft í heimasjógvi afturfyri rættindi í Barentshavinum.
Seinnu árini hevur eisini ligið í kortinum, at svartkjafturin verður kvoteraður. Nær tað hendir vita vit ikki, men flestu serfrøðingar á økinum eru samdir um, at tað er bert ein spurningur um tíð, nær kvotur vera settar á svartkjaftaveiðuna.
Tað er onki at ivast í, at tann dag, tá ein kvotaskipan verður sett fyri svartkjaftaveiðuni, tá fer at tátta í hjá okkum í heila tikið at kunna lata nakað burturav. Tað fer so í øllum førum at hava við sær, at vit fara at standa munandi veikari yvirfyri russum og normonnum, tí sjálvandi vilja teir hava rættindi hjá okkum fyri okkara rættindi í teirra sjógvi og hava vit einki at lata, so standa vit veikir og veiðan í Barentshavinum fer at hanga í tunnum tráð.
Tá ið rópt verður upp um "ogn Føroya Fólks" og samstundis verður tosað um veiðimøguleikar í fremmandum sjógvi so munnu teir, ið hava útvega okkum søgulig rættindi innanfyri fiskimarkið hjá øðrum tjóðum valla vera samdir. Tí eyðvitað halda teir seg av røttum eiga bróðurpartin av tí tilfeinginum.
Frímund Hansen førir fram í blaðnum ídag, at tað var um hár gjørt, at JFK á sinni avgjørdi at gera nýggju trolararnar út til rækjuveiðu istaðin fyri at lata teir fara í Barentshavið at fiska tosk. Varð tað gjørt, ja, so var ongin toskakvota Barentshavinum at kjakast um og tí koma vit ikki uttanum, at teir sum hava hildið fast við hesa veiðu øll árini, hóast tað sá lokkandi út, at leggja um til rækjuveiðu, eiga æruna fyri at vit í heilatikið hava hesi rættindi.
Tá ið tosað verður um virðir av kvotunum í sjógvi hjá grannum okkara eiga vit at vera varin at seta tøl á, tí sum sagt omanfyri, hava vit einki at lata afturfyri, ja, so er ongin kvota og skuldu vit mist kvotuna í Barentshavinum orsakað av minkandi svartkjaftakvotu í egnum sjógvi, so hava trolararnir í Barentshavinum lítlar møguleikar at klára seg fíggjarliga.
Høvuðsstaðarpressan roynir framhaldandi at gita um kvotuvirðir, men tað kemur hon ongan veg við, tí fiskivinnumynstrið hjá okkum og íslendingum kann als ikki sammetast.

Harleywoodpaint