Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kyndil avgjørdi dystin fyrstu løtuna í seinna hálvleiki

Norðlýsið Ítróttur:myndir Oliver

Tað var lítil ongin munur á liðunum í fyrra hálvleiki, tá Stjørnan í kvøld tók móti Kyndil. Hálvleiksstøðan var 10-12 til Kyndil.

Kyndil kom betur frá byrjan, og koma á odda 4-1. Sjørnan hevði trupuleikar í verjupartinum fyrstu løtuna, men so fingu tær skipa verjuna betur. Eftir hetta gekk javnari á, og liðini skiftust um at skora. Tað var nógv ferð yvir spælinum og spenningur í, og tá farið var til hálvleiks, hevði Kyndil eina tveymáls leiðslu.

Eins og í fyrra hálvleiki, so kom Kyndil betur frá byrjanini av seinna hálvleiki. Fyrstu fimm minuttirnar fingu tær trý mál, meðan Stjørnan onki mál fekk. Hesa leiðsluna hjá Kyndil megnaði Stjørnan ikki at innheinta, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til Kyndil uppá

27-21.

Eins og í øðrum dystum hjá Stjørnuni, so var ein trupuleikin tann, at tær brendu ov nógvar upplagdar málmøguleikar.

Kyndil hevur eitt gott lið við fleiri royndum leikaraum. Tað er neyvan nakar ivi um, at kapingin um meistaraheitið kemur standa millum tær og Neistan. Liðin eru nú jøvn í oddinum við 22 stigum.

Besti málskjútti hjá Stjørnuni kvøld var Tóra Eliasen við 7 málum, meðan Turið Arge við 8 málum gjørdis toppskjútti hjá Kyndil.