Kyndil hevur kært til ítróttardómstólin og starvsnevndina í HSF viðv. Málinum um ólógliga leikaran í fyrsta umfarinum millum Kyndil og Team Klaksvík.
Dómsnevndin staðfesti 28. november avgerðina hjá aganevndini, har Kyndil er dømt at tapa dyst móti Team Klaksvík. Kyndil hevði 7 dagar til at kæra avgerðina hjá dómsnevndini og tað er tað, sum Kyndil hevur gjørt. Uni Arge er formaður í Kyndli og hann sigur soleiðis:
– Kyndil kærdi málið til ítróttadómstólin, tí felagið kann ikki góðtaka, at umsitingin hjá HSF ófráboðað og við ongum loyvi frá aðalfundinum hjá HSF ella í reglugerðini hevur broytt mannagongd viðvíkjandi eftirliti við spæliloyvum, dómaraseðlum o.l. við at leggja seg út í dystir á skrivaraborðinum. Kyndil kennir seg at vera fyri grovum mismuni, tí meðan umsitingin kærdi Kyndil til Aganevndina og tí í veruleikanum bað Team Klaksvík kæra dystin 28. september, fekk Kyndil onga fráboðan um ólógligan spælara hjá StÍF í 1. deild í dysti á Skála millum StÍF og Kyndil 4. oktober, har StÍF annars vann. Kyndil hevur eisini kært málið til sjálva starvsnevndina hjá HSF, sum segði seg ætla at taka málið upp, sigur Uni Arge við Norðlýsið í kvøld.
Les eisini:




