Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kyndil sent aftur til Havnar við stórtapi

Oliver Joensen

Tað var ikki nógv, Kyndil hevði at bjóða uppá í dystinum í framstu kvinnudeildini ímóti Stjørnuni. Hálvleiksstøða 14-9 til Stjørnuna og endaliga úrslitið 33-16 til Stjørnuna.

Sum bæði hálvleiksúrslitið og endaúrslitið boða frá, so hevði Kyndil lítið og onki at skula sagt í dystinum ídag ímóti Stjørnuni.
Í teim fyrstu minuttunum já fyrstu 18 minuttirnar fylgdi Kyndil við. Tað tóktist sum Stjørnan brúkti dystin til at royna ymiskt og serstakliga tveitt Stjørnan nógvar bóltar burtur í skótálopum. Kyndil kom framum í 17 minutti til støðuna 4-5 til Kyndil, men longur sluppu tær ikki. Tá setti Stjørnan ferð á og munurin øktist bara allan dystin. Var Stjørnan bert eitt sindur neyvari, so hevði málmunurin verið munin størri.
Samstundis sum Stjørnan vinnur hendan dystin stórt, frætta vit at VB hevur vunni á Tjaldrinum í Vági, so komandi sunnudag verður stórdystur í Klaksvík, tá oddaliðini í Sunsetkappingini Stjørnan og VB bresta saman í KÍ-høllini.