Kyndil hevur styrkt um hópin.
Kyndil hevur skrivað undir sáttmála við 26 ára gamla Milan Zegarac. Tað boðar felagið frá í morgun.
Kyndil hevur skrivað undir sáttmála við 26 ára gamla Milan Zegarac. Milan kemur úr Serbia, men hevur ta seinastu tíðina spælt í RK Spacva í bestu kroatisku deildini. Milan er vinstrahentur, og spælur tískil mest í høgru síðu, skrivar Kyndil á heimasíðu sínari.
Kyndil hevur seinastu árini ikki verið partur av FM finaluni. Í ár endaði liðið nummar 3.




