Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kyndil vitjar Team Klaksvík

Jákup Ósá

Leygarkvøldið verður dystur í Klaksvíkar Badmintonhøll.

Kyndil stríðist saman við H71 um at sleppa í FM finaluna. VÍF liggur í løtuni 3 stig frammanfyri Kyndil og H71 og hevur tí beina kós í FM finaluna. Bæði liðini eru jøvn í stigum, men H71 er frammanfyri uppá betri málmun. Team Klaksvík er aftast við 6 stigum. Men Team Klaksvík hevur ofta víst, at liðið kann standa seg móti teimum bestu. So seint sum seinasta vikuskiftið var Team Klaksvík á odda í hálvleikinum móti oddaliðnum VÍF.

Dysturin millum Team Klaksvík og Kyndil verður spældur í Klaksvíkar Badmintonhøll leygarkvøldið kl. 18.00.