Eftir ein javnan fyrra hálvleik avgjørdi Kyndil dystin fyrstu løtuna av seinna hálvleiki
Tað var ikki tann stóri munurin á liðunum í fyrra hálvleiki, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndli hittus í KÍ-høllini í dag. Stjørnan kom betur frá byrjan og var á odda 5-3, tá 10 min. vóru leiktir. Tá høvdu tær enntá misnýtt tvey brotskøst. Tað gekk annars javnt á allan fyrra hálvleik, og hálvleiksstøðan var javnleikur 10-10.
Kyndil byrjaði betur í seinna hálvleiki, og tá 10 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 17-13 til Kyndil. Stjørnan royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Tað sum eftir var av dystinum, skiftust liðini um at skora, og endaliga úrslitið gjørdist ein 24-19 sigur til Kyndil.
Málskjúttar fyri Stjørnuna vóru: Mina Sirdal 6, Ana Maria Ecaterinescu 4, Jancy Jacobsen 4, Una Váðklett 3 og Jóhann í Króki 2. Hjá Kyndli vóru málskjúttarnir: Anna Brimnes 6, Simona Petersen 6, Bjarta O. Johannesen 4, Anja Heinadóttir 3 og Bára K. Hansen 2




