Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kynssnaring í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið

Tíðindaskriv

Hetta vikuskiftið verður søga skrivað í Norðurlandahúsinum. Við bæði gaman og álvara verður kynssnaring fyri fyrstu ferð sett á dagskránna í Føroyum. Fríggjadagin verður evnið viðgjørt fakliga, meðan leygarkvøldið væntandi verður munandi meira skemtingarsamt og litfagurt.

Tveir filmar um tvørkyndleika

Fríggjadagin kl. 17.00 leggur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, út við at tosa um kynssnaring í søgu og samtíð. Íslendska Ugla S. K. Jónsdóttir heldur síðan fram við at tosa um sínar royndir við at skifta kyn í Íslandi.

Sum nakað heilt nýtt á skránni verður ein spildurnýggjur føroyskur stuttfilmur vístur. Tað er tvørkyndi Leo Lávík, sum hevur gjørt sjálvbiografiska filmin “Birting” um kynsskifting og kynsligan samleika.

Eftir stuttfilmin verður pallborðsprát við Katrini Kallsberg, yvirlækna, á odda. Luttakarar eru Sofia M. J. Høgnesen og Leo Lávík úr Føroyum og Ugla S. K. Jónsdóttir úr Íslandi. Øll trý eru tvørkynd, men eru á ymsum stigum á ofta longu leiðini til at skifta kyn.

Kl. 20.00 verður nýggi dokumentarfilmurin “Nuka – Eskimo Diva” vístur. Filmurin er upptikin yvir 4 ár og fylgir grønlendska Nuka Bisgaard, sum berjist fyri at vera tann, sum hon/hann er. Ein tvørkyndur yvirklassa grønlendingur, ið ikki dugur móðurmálið. Nuka brýtur upp úr nýggjum og er fyri summar grønlendingar provokerandi. Nuka møtir tí ymiskum avbjóðingum á hesi 4 ára longu leiðini at finna seg sjálvan, sín samleika, sína sannføring og sítt pláss í einum skjótt broytandi Grønlandi. Aftaná filmin verður møguligt at fáa orð á leikstjóran, Lene Stæhr, og Nuka sjálva.

Øll tiltøkini fríggjadagin eru ókeypis, og tað er ikki neyðugt at leggja pláss av. Øll eru hjartaliga vælkomin niðan at kunna seg um kynssnaring í breiðari merking.

Nógv umtalað Norðuratlantisk dragshow

Leygardagin kl. 20.00 er stóra og nógv umtalaða Norðuratlantiska dragshowið á skránni. Ikki færri enn 9 dragdrotningar fara at gera innrás í Norðurlandahúsið og undirhalda við flottum búnum, góðum og festligum tónleiki, dansi og drama. Úr Grønlandi fáa vit aftur vitjan av Nuka, sum hesaferð framførir sum Nuka tha Diva. Ísland er umboðað av Iwona Kok, og Føroyska umboðið er ongin minni enn Dennis Agerblad, sum er heima við sínum danska bólki. Dennis Agerblad Band vóru herfyri við í kappingini hjá TV2 “Danmark har talent”, har teir endaðu í semifinaluni. Fyrireikararnir vænta sær eitt minnisvert tiltak.

Atgongumerki til stórfingna Norðuratlantiska dragshowið kosta 180 kr. og eru til keyps á www.nlh.fo og í Norðurlandahúsinum.