Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kýpros hevði sterkasta liðið

Tíðindaskriv

Føroyska liðið hevði ongan kjans í seinasta dystinum í HM/EM-kappingini, sum hevur verið í høllini á Hálsi hesar seinastu dagarnar.

Í triðja dystinum í kappingini møttu Føroyar Kýpros, sum eins og vertirnir høvdu báðar sínar undanfarnu dystir. Og av tí, at úrslitini høvdu verið á leið tey somu, vóru vónir um, at føroyingar kundu vinna seg upp á ovastu rók.

Men hartil kom tað ongantíð. Til tað vóru gestirnir av Kýpros alt ov sterkir.

Samanborið við hinar dystirnar í kappingini virkaði tað sum, at kýpriotisku gestirnir høvdu eitt annað gir, sum føroyska liðið ikki hevði, og tí endaði tað sum tað gjørdi.

Dysturin í gjárkvøldið vísti, at sjálvt um hetta føroyska liðið uttan samanbering er tað sterkasta kvinnulandsliðið nakrantíð, so er framvegis eitt petti upp til tey allarsterkastu liðini. Serliga var tað móttøkan, sum haltaði í dystinum í gjár, har eisini verjuspælið var eitt sindur tyngri enn hinar dagarnar.

Men kanska var tað bara mótstøðan, sum var ov sterk. Kýpriotiska liðið hevur kanska ikki tað mest áleypandi spælið at síggja til, men sum lið vóru tær í einum flokki fyri seg. 

Úrslitið av dystinum í gjárkvøldið gjørdist 3-1, har settini endaðu 25-21, 25-14, 19-25 og 25-13, og tað lýsir ivaleyst munin sum hann var. 

Harleywoodpaint