Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laaaangur Leygardagur

John William Joensen

Andras Sólstein skrivar um ein innkeypstúr í Havn saman við konuni

Andras Sólstein, skrivar:



– So fóru jólini afturum bak og páskirnar standa fyri durum.



Ikki fekk eg alt tað, eg ynskti mær til gávus á jólum; ein Hummer, eina “Snayperskaya Vintovka Dragunova” snýkjubyrsu, at skjóta harur við. Og heldur ikki fekk eg jóladøgurðan, eg ynskti mær: stokt ræst tjógv, men eg-vil-hava-dunnu-til-jólaaftans-døgurða fundamentalistarnir vunnu aftur í ár. Ein av tí eldra ættarliðnum í familjuni læt seg tó ikki boyggja av fundamentalistunum og át steikta álku til aftansmat! Men páskadøgurðan ætli eg heilt vist at avgerða.



Tað var leygarmorgun og eg skuldi í mannfólkaball (macho cowboys) hetta sama kvøld við vinmonnunum, Hera, Olla og Polla, ella The Fab Four, vit eisini blivu kallaðir fyrr, tá vit vóru í býnum. Í staðin fyri at koma í góðum hýri og við einari reyðvínsfløsku, støva nakrar gamlar Bob Dylan og Peter Seeger sangir av og syngja teir í samkenslubardaganum fyri arbeiðaranum og fleiri kvinnunumrættindum, skuldu vit møta upp við einum sjálvgjørdum lag og teksti, framføra fyri hvørjum øðrum, og aftaná í býin at uppdatera og topptjúna hin sociala geigerteljaran.



“Hvat gert tú?” Spurdi hon og marsjeraði inn í stovuna, har eg sat við gitarini. “Er tað neyðugt at spæla gitar og syngja leygarmorgun?”



“Ja” segði eg, “Sjálvt Poul McCartney hevur fyri neyðini at lufta sín Höfner 500/1 violinbas viðhvørt,” og helt fram, “eg geri eitt nýtt lag”. Men hon helt fram: ”Ja, eg havi hoyrt, at tú spælir alla tíðina tað sama, kemur tú ikki víðari?”



“Jú, eg komið víðari,” svaraði eg, “tað tekur bara sína tíð!” Eg arbeiddi við tí mest ósamljóðaða tónabilinum í tí vesturlendsku tónaskipanini, tað intervallið, sum verður rópt diabolus in musica. Djevulin í tónleikinum, tritone lopið ( t.d G-dur til Cis-dur.)



Longu í 1733 noteraði Telemann “mi contra fa…welches die alten den satan in der music nenneten”, men tað løgdu teir í Black Sabbath einki í, tí sangurin Black Sabbath er fullur av tritone. Enter Sandman hjá Metallica og Maria, í West Side Story hjá Bearnstein eru eisini dømi uppá løg, sum byggja á tritone, so eg má for hundum fáa tað at fungera.



Poul opnaði eisini PS I love You í 1962 við tritone akkordum. At greiða henni frá hesum var vónleyst, hon sum var púrasta tonadeyv! Kendi kanska mun á einari trummu og einari trompet, men ikki á Harmonikuliðnum og 200! (og tað var so langt hennara musikalitetur rakk); men áðrenn eg fekk stundir at siga meir, tók hon orðið av mær!



“Góóóðððiii..” orðið var skapað djúpt niðri í hálsinum á henni, tað var laaangt og dragandi, eitt sindur eggjandi, og allar ávaringarlampurnar hjá mær tendraðu, lýstu og blunkaðu reytt, sum á kontrolborðinum á Sundsverkinum á Ólavsøku. Eg kendi tónalagi, hon fór nú heilt vist at biðja meg koma til okkurt, hon visti, eg ikki tímdi, og tí nýtti hon knebið at eggja meg, draga meg spakuliga inn í hennara ætlanir, og so tá eg var fangaður, var eingin vegur út!



Allir hugsandi tankar fóru sum glaður ígjøgnum høvdið á mær, men tað lukkaðist henni altíð, og áðrenn eg visti av, vóru vit hjá svigermor og drukku te, meðan svigermor skeitti at mær og helt, at tað einasta eg livdi fyri var at ballast. Nýggjan køk? Áh harra Gud, segði hon, seinast hon var hjá okkum, skeitti við illum eygum at mær, hugdi uppá dóttrina við eymum eygum, og meinti, at eg bert nýtti køkin til at skola øskubikør og frysta ísklumpar í.



Ella vit vóru hjá Hallu og teimum, sum hava so dýrt og lekkurt heim. Men tey høvdu eisini meiri pengar um hendi enn fólk flest. Tað var óneyðugt at halda blaðið “Klassekampen”, vera limur í einum marxistiskum lesiringi, ella nærlesa “Grundrisse”, tað sást við berum eygum.



Eitt nýtt ár og eitt nýtt lív, soleiðis byrjar tað altíð hjá okkum. Hon sjálv vildi hava meg til Havnar. Ein serligan havnardag, bert vit bæði. Men hetta skuldi vera hendan leygardagin, og tað kundi eg ræðuliga illa. Tí The Fab Four Macho Cowboys-tiltakið stóð fyri durum. “Annars kunna vit altíð taka hitt “køkkenmøde, tú ongantíð hevur tíð til,” segði hon við einum sukursøtum smíli og rætti mær eitt pappír, “valið er títt!”



Áh ræðsla! Hon hevði skrivað ein lista. Ein heilan grindalista við reyðum blóði



Um ymiskt vit skuldu tosa um:

1.    Tú skalt vera nakað fyri børnini!

2.    Tú skalt vera nærverandi og tilstaðar!

3.    Tú skalt siga, hvat tú vilt í framtíðini, hvørjar ítøkiligar ætlanir tú hevur við lívinum og hvar vit sum familja eru í hesum ætlanum. (og ikki eitt orð um “I Finally Found My Future Lies Beyond The Yellow Brick Road”)

4.    Tú skalt seta orð á okkum. Seta orð á forholdið. (Og tað skuldi pínadoy verða fleiri, enn hasi neyðars 456 orðini, ein føroyskur maður nýtir í miðal um dagin!)



Eg valdi havnartúrin!

Vit skuldu hugna okkum í Havn. Okkara serligi dagur. “Hvat serligt er við júst hesum degi?” spurdi eg, og mundi bitið meg í tunguna, tí hetta var brúdleypsdagurin.



Fyrsta mið í Havn var SMS. Keypa, hyggja okkum um, eta okkurt lætt etc. Fólk av øllum handa slagi vóru samankomin í keypsskálanum henda leygarmorgun. Alt frá gudiligum politikarum, barnafamiljum, almennum stjórum í “casual” og fróðarkonum, sveiptar í bundnaturriklað og skynskemisskóm, til eina við nógvum tatoveringum og oyralokkum. Hon sá út sum hon nýliga var liðug við eitt vikulangt “bondage workshop” á onkrum obskurum stað í útjaðaranum av 266b-umhvørvinum í Havn.



Vit møttu einum pari úr Klaksvík. Tær tosaðu beinanvegin um ymiskt, sum var í Havn og ikki í Klaksvík. Vit báðir menninir stóðu eitt sindur og skeittu at hvørjum øðrum. Akkurát tá eg skuldi siga okkurt, segði hann við konuna hjá sær “Skunda tær, so vit sleppa norður sum skjótast, tú veitst, vit fara á flot!”



Konurnar hugdu upp á hvørja aðra, og hon segði við konuna hjá mær “Typiskt menn! Bara rýma frá tí heila og siga eg fari á flot.” “Men” legði hon afturat, “tað er eisini eitt sindur eggjandi, maskulint, heldur tú ikki?”



Eg spískaði høkuna, rendi hana eitt sindur framúr og royndi at fáa mítt “Steven Segall-look” fram og segði “Eg fari eisini á flot!” “Tú, tú fert ongan veg” segði hon sjálv, tók í armin og vit vóru aftur á ferð í SMS.



Kvinnur og handlar er eitt fyribrigdi, eg ongantíð havi skilt og neyvan aldrin fari at skilja. Inni í einum handli leyp hon av leikindunum, og hóast hon sjálv ikki var íðkandi hondbóltsmálmaður longur, so var hon enn kvinna fyri at kasta seg yvir eitt super tilboð í handilsmiðdeplinum. Og tað vóru ikki bara bygdasystrar, sum tóku av teim ymisku tilboðum, men eisini akademiseraðar, urbaniseraðar og globaliseraðar havnarkvinnur mistu tamarhaldi á sær eina løtu og rótaðu niðri í útsølukassanum.



Aftaná at hava goldið, segði hon seg hava gjørt ársins kvetti, og helt fyri, at vit áttu at leskað okkum við onkrum. “Ja” segði eg, og hóast eg visti frá óteljandi ávaringum, at tað eg hevði hug til var eitt beinleiðis skaðiligt álop á høvuðsæðrarnar, so stýrdi eg beint í móti Burger King. Men nei, tað var alt ov primitivt, vit skuldu á Barresso. “Ok” segði eg, tá vit sótu á kaffistovuni, og fyri at vera eitt sindur metro trendy, nú vit vóru í høvuðsstaðnum, bestilti eg ein cappuccino, dupult skot.



Alla tíðina, meðan vit vóru í Havn, ringdu vinmenninir. “Halló Andy, kom við á flot, innandura fótbólt, Premier league á stórskýggja, kvinnuhondbólt, skera kjálkar…” og tað stóð við og versnaði við lagnum. Vinkonur hennara ringdu yvirhøvur ikki, tær vistu allar, at vit høvdu ein serligan dag í Havn.



Telefonin ringdi eisini, tá vit vóru á veg úr handilsmiðdeplinum oman í Havnina. Tað var Polli. Hann bað meg lurta eftir sanginum hjá sær, og so sang hann av fullum hjarta nýsmíðaða sangin. Ein skuldi fanin galið meg trúð, at hann hevði The E-Street Band aftanfyri seg, sum hann leikaði í. “Hvussu við tínum sangi?” Eg segði sum var, at vit vóru til handils í Havn, okkara serligur dagur, og at eg ikki bleiv liðugur og kom heldur ikki í ball. “Tú mást hava eitt trist lív” segði hann við sorgblídni og spurdi, um sangur mín handlaði um tuflur.



Niðri á gongugøtuni møttu vit vinkonu. Hon hevði lagt seg út, var rímiliga vandaleys nú. Sá gott út fyrr (meinlík Halle Berry sum Jinx í James bond filminum Die Another Day 2002). Plagdi altíð at vera so kelin, tá hon hevði drukkið vín, so hinar kvinnurnar í veitsluni klíptu menninar í lærið. Tað sá út sum um hon nú hevði langtíðarparkerað g- streingirnar og sínar hot-pants innast í skápinum



Eftir at tær høvdu prátað, segði hon, at eg kundi fáa frí eina løtu, tí tær skuldu hyggja eftir onkrum handli, hon visti, eg ikki tímdi við, “Tú kanst fara og seta teg inn onkrastaðni og rinda møðina.”



Sum ein annar Linford Christie setti eg ferð á og beina kós ímóti Cafe Natúr, keypti eina stóra øl, festi mær í. Prátaði eitt sindur við barrvørðin um at øl smakkar væl. Og tá eg var í ferð við ta næstu, tosaðu vit longu um meiningina við lívinum. Leita, leita og leita, alt hetta við yoga, meditera, feng shui, religión og Kirkegaard til hvat? Einki!. Nei! Meiningin við lívinum er ein góð øl!



Vit bæði høvdu avtalað, at vit skuldu ogna okkum ein góðan DVD-film heimaftur at hugna okkum við. Vit skuldu skriva ein lista og raðfesta. Fýra hvør.



Hon hevði:

1.    Notting Hill

2.    Sleepless In Seattle

3.    Bridget Jones, On the Edge og Reason

4.    Chocolat



Eg hevði:

1.    Godfather I

2.    Godfather II

3.    Godfather III

4.    Scarface



Tað endaði við Chocolat (Geisp) við fronsku Juliette Binoche. (hon spældi eisini við í Krzysztof Kieslowski filminum Bleu.) (Geisp)

Ølirnar, tær eg kláraði at svølgja, vóru góðar, og góvu mær aftur mót upp á lívið og restina av høvuðsstaðarskránni, sum var framsýning í Listaskálanum, døgurða á Hafnia og til sjónleik hjá Leikpalli Føroya (svørt leiktjøld, ein leikari, tveir dansarar og ein blokkfloytuspælari) (Geisp)

Tíbetur hevur alt ein enda, og tað hevði hesin havnartúrurin eisini. Í bilinum á veg norður hugdi eg at klokkuni og helt, at við teimum góðu landsvegnum og undirsjóvartunli, so kláraði eg eina øl í Roykstovuni og møguliga, møguliga eisini at sameinast við vinmenninar, so vit, The Fab Four, kundu fylgjast í býin.

Við langtandi eygum hugdi eg at vindmyllunum á Eysturoyarlandinum, sum mólu í kvøldlotinum, og droymdi um, tá hægsta ynski hjá mær, ja sjálv meiningin við lívinum, var at eg, eins og Simon Le Bon í videolagnum frá 80-unum “The Wild Boys”, bleiv bundin í ein mylluvong, og í orðsins rætta týdningi bleiv malin gjøgnum eld og vatn, meðan genturnar skrýggjaðu. Eg durvaði í hesum ungdómsdreyminum, meðan eg, eftir eina langa føstu mungaði eftir páskadøgurðanum. “Fegin verður muður mín, fáið eg feskan lambsdrunn fyrsta páskamorgun”

Harleywoodpaint