Havsbrún er altjóða viðurkent virkið. Tað eru 2 framleiðsludeildir á Havsbrún – Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi, og Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks.
Laboranturin skal saman við góðskutoyminum á Havsbrún tryggja, at kanningar av framleiðsluni hjá Havsbrún verða framdar á nøktandi hátt.
Arbeiðsøki
Starv títt sum laborantur fevnir um
· Starvsstovuarbeiði – m.a. kemiskar kanningar av fiski, fiskamjøli og fóðri
· Sýnistøku og fyrireiking av sýnum til kanningar
· Viðlíkahald av starvsstovutólum
· Arbeiði við ymiskum telduforritum
Laboranturin hevur tilvísing til góðskuleiðaran á Havsbrún og er partur av Góðskudeildini í Bakkafrost samtakinum, har lívfrøðingur, fiskaheilsulívfrøðingar, framleiðsluverkfrøðingur, góðskuleiðarar og eftirlitsfólk starvast. Góðskudeildin varðar av góðsku, umhvørvi og trygd, og samstarvar breitt tvørtur um deildarmørk í Bakkafrost samtakinum.
Tín vangamynd
Tú hevur útbúgving sum laborantur, laboratoriuteknikari ella tilsvarandi. Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð samskiftisevni og ert opin fyri at menna tínar førleikar.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Talan er um tíðaravmarkað starv við starvssetan skótast gjørligt og eitt ár fram. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sannu í Túni Nielsen, góðskuleiðara á Havsbrún, á tel. 23 52 90 ella við t-brævi til stn@havsbrun.fo.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verður send til hr@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er týsdagin 5. apríl 2016.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.




