Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laða norskt grót undir Háfjalli

John William Joensen

Tað er ein stórur trupuleiki at fáa hendur á føroyskum gróti i løtuni, sigur Karl Heri Joensen, sum stendur fyri laðingararbeiðinum á ringvegnum undir Háfjalli.

Farmaskipið “Bulk Sky” úr Runavík er komið úr Norra við stóru gróti til ringvegin oman fyri Hæddina.
Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið at okkum tørvar grót, men Karl Heri Joensen sigur at í løtuni ber ikki til at útvega grót aðrastaðni.
– Vanliga hava vit fingið alt okkara grót frá grótbrotinum norðuri á Strond, men sum støðan er har í løtuni megna teir ikki at levera nógv nógv grót til tað arbeiði sum vit gera.
– Tí valdu vit at royna norska gróti og hóast hetta er munandi dýrari so er einki alternativ.

Líkist gróti úr norðoyggjum
Karl Heri Joensen sigur at norska gróti er ikki so myrkt sum gróti úr Suðuroynni og tí líkist tað meira gróti úr Norðoyggjum.
– Í løtuni gera vit eina roynd omanfyri húsini hjá Jákup Paula Sundskarð, sála, og eydnast tað væl so halda vit fram. Fyrimunurin av at brúka norskt grót er at vit vita at vit kunnu fáa so nógv grót vit hava brúk fyri og tí verður øll laðingin líka.

Spurdur um tað ikki er ein løgin kensla at innflyta grót úr Norra at laða undir Háfjallið, sigur Karl Heri at tað heldur hann ikki.
– Vit hava einki alternativ, og tú kanst siga at vit byggja land, leggur hann skemtandi afturat.

Ikki út í Taravík
Karl Heri Joensen hevur m.a. verið formaður í Teknisku nevnd hjá Klaksvíkar Býráð, men hann heldur ikki at tað er eitt gott hugskot at fara út í Taravík eftir gróti.
– Eg haldi at umhvørvisliga hevði tað verið ein óheppin loyn. Vit hava eitt stórt sár úti á Bumshamri og eisini eitt norðuri á Strond.
– Tí haldi eg tað vera skeivt at fara til eitt so ásýniligt stað sum Taravík at bróta grót.
– Eg haldi at vit átti at funið okkurt staðið sum var minni ásýniligt, men tað er ikki altíð so lætt at finna.