Fyri fyrst ferð nakrantíð, so fara kendi danski og virdi sjónvarpslæknin Peter Qvurtrup Geisling og kendi og undirhaldandi danski sexulogurin, Joan Ørting, at hava felags fyrilestur – og verður frumframførslan á Hotel Føroym, leygarkvøldið 25. mai kl. 19.00. Tiltakið hevur fingið navnið “Tað góða lívið”.

Peter og Joan sum er vinfólk, hava bæði verið í Føroyum fyrr. Tey hava í fleiri ár ætla sær at komi til Føroyar aftur, bæði til at halda fyrilestrar, men eisini fyri at njóta náttúruna og upplivingar,saman við føroyskum vinfólkum.
Tiltakið sum tey fara at hava, hevur fingið heitið “Tað góða lívið” og verður tað á Hotel Føroyum leygarkvøldið 25. mai kl. 19.00. Peter er kendir fyri at siga, at lívið verður ikki endursent, at tað er umráðandi at taka sær væl av sær sjálvum. Tað snýr seg ikki bara um at yvirliva, men at liva. “Eg havi verið í Føroyum tvær ferðir fyrr og var tað ein av teimum størstu upplivingnum sum eg havi haft. Villa og vakra náttúran er bergtakandi og føroyingar eru einastandandi fyrikomandi, hjálpsamir og blíðir”. Joan er kendir sexulogur, men hesaferð verður tað ikki bara tosa niðanfyri beltið. Joan kemur eisini at tosa um hvussu umráðandi tað er at vera góður við seg sjálvan og at virða og elska sín egna kropp. Joan hevur verið í Føroyum fyrr og hevur hon í fleiri ár yngst at koma aftur. Tað er felagið Fegin sum samskipar tiltakið. Atgongumerkir kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Hotel Føroyum.