Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lægsta skattaprosentið í landinum

John William Joensen

Um tvey ár kann borgarstjórin í Kunoyar Kommunu halda 30 ára starvsdag sum borgarstjóri í Kunoyar Kommunu, um hann fær stuðul frá bygdarráðnum at halda fram 4 ár afturat

Tað hava verið gitingar frammi um at kendi bygdarráðsformaðurin í Kunoyar Kommunu, Heini O. Heinesen ikki fór at halda fram sum bygdaráðsformaður, nú Haraldssundsmenn aftur hava fingið meirilutan. Men Haraldssundsmenn hava fyrr havt meirlutan og tá hava teir stuðlað Heina, so spennandi verður at vita hvussu verður hesuferð.
 
Heini klárur
– Tú kemur ikki sovandi til lægsta kommunuskattaprosentið í landinum, segði Heini skemtandi tá vit róðu upp undir um vit høvdu tikið hann á songini, tá vit ringdu til Kunoyar tíðliga í morgun.
– Tað skal arbeiðast miðvíst um tú skalt hava eina so væl útbygda kommunu sum Kunoyar Kommunu og samstundis hava lágt skattaprosent.
Spurdur um hann framhaldandi fór at verða bygdarráðsformaður var Heini eitt sindur varðin.
– Vit hava ikki skipað okkum enn men hava avtalað ein fund áðrenn jól, og eg eri so altíð klárur at halda fram um menn meta tað vera skilabest, sigur Heini.
– Eg havi nú sitið í 28 ár á rað, og hesa tíðina hava vit miðvíst útbygt bæði í Harladssundi og í Kunoy.  Kommunan er eisini væl fyri, hon eigur umleið eina álíkning á bók, sum er umleið 2,7 milliónir krónur.
Spurgdur um møguliga samanlegging, sigur Heini at tað má vera upp til borgararnar at avgera.
– Tað er ikki mín uppgáva at leggja kommunurnar saman, men um tað er tað sum borgararnir vilja so fari eg ikki at stilla meg í vegin fyri tí.
 
Úrslitið av valinum í Kunoyar Kommunu
1 – A – Heini O. Heinesen  – 22 atvkvøður
2 – A – Anna Svøðstein – 13
3 – B – John Danberg  – 18
4 – B – Mortan Jacobsen – 14
5 – B – Jákup Jacobsen – 9