Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknahúsið verður endurvenjingarmiðstøð

Jóhann Lutzen

Klaksvíkar Sjúkrahús gongur enn einaferð á odda við nýbrotum innan heilsutænastur og sum myndugleiki handla vit sjálvsagt uppá sera skilagóða initiativið úr Klaksvík, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í Heilsumálum

Klaksvíkar Sjúkrahús gongur enn einaferð á odda við nýbrotum innan heilsutænastur og sum myndugleiki handla vit sjálvsagt uppá sera skilagóða initiativið úr Klaksvík, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í Heilsumálum

Sermerktu læknahúsini, sum í millum fólk í Klaksvík ivaleyst bæði kallast Waagsteins hús, Halvorsens hús, húsið hjá Rajani ella Gula hús, verður framyvir endurvenjingarmiðstøð fyri sjúklingar við heilaskaðum og øðrum neurologiskum sjúkum.

– Vit seta samanlagt 6 mió kr. av í 2018 og 2019 og kunnu tá bjóða umstøður til endurmenning har neurologiskir sjúklingar fáa dygdargóða viðgerð og endurvenjing í gomlu læknahúsunum í Klaksvík, sigur Sirið Stenberg.

Umframt økingina í heilsutænastunum og at læknahúsini verða sett í stand eru fleiri aðrar góðar orsøkir at fegnast.

– Vit brúka í dag í milliónavís av krónum uppá at senda heilaskaddar sjúklingar av landinum til viðgerar. Vit hugsaðu sum so, hvat við at hava endurmenningina heima í Føroyum har familjan er tættari uppá sjúklingin og sjúklingurin kennir seg betri aftur í heimligum umhvørvi, umframt at vit byggja upp førleikar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri

– Uppafturvenjing eftir heilaskaða er sera drúgv og krevjandi. Vit hava sæð, at sjúklingar, sum koma fyrr heim, hava eina størri framgongd og tað gongur skjótari. Vit sendu tí Landsstýrinum eitt bræv har vit heittu á tey at taka hetta upp og nú síggja vit fram til at kunna taka sjúklingar heim úr Danmark eftir 6 mánaðum heldur enn eftir 20 mánaðum, sigur Heri Ellingsgaard

Heri Ellingsgaard sigur, at læknahúsini liggja í vøkrum náttúruumhvørvi og eru sera væl egnaði til endurvenjingarmiðstøð, har trappur og krókar eru við til, at sjúklingar mugu kýta seg og harvið mennast skjótari. Tað skal ein góð hond til at seta tey í stand, men tey eru í betri standi enn tey sýnast upplýsir Heri.

– Sjúklingarnir eru ikki ein stórur bólkur, men tað er ein bólkur sum krevur nógv. Tað verður pláss í fyrstu atløgu fyri eini 4 – 5 sjúklingum við sera nógvum fakbólkum atknýttum, fysioterapeutar, ergoterapeutar, røktarfólk, talupedagogar, sosialráðgevar og sálarfrøðingar v.m , sigur landsstýriskvinnan.

– Initiativi kemur úr lokaløkinum og eg haldi at tað er so mikið spennandi at vit hava handla uppá tað. Hetta er eitt nýbrot innan heilsutænastur í Føroyum og byggir á ynskini frá leiðsluni í Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tey hava lagt lunnar undir og eg royni at lurta eftir ynskjunum, sigur Sirið Stenberg.

Stendur tað til landsstýriskvinnuna, so byrjar arbeiði í 2018 og verður liðugt í 2019.