Eg skal á ongan hátt forsvara, at slíkt kemur fyri – læknafeilir osv. Men má ikki eisini ein av orsøkum verða, at okkara læknar eru so “stressaðir” – av tí ovurhonds stóru arbeiðsuppgávu teir hava??
Tað er stórt læknatrot í Føroyum. Og hví??
Má tað ikki vera, at arbeiðsumstøðurnar í Føroyum eru so útav lagi ringar her á landi, at ongin tímir/orkar at fáa sær starv í Føroyum.
Hví skal ein ungur lækni, ið júst hevur loki útbúgving (ca. 14 ár ) koma her, tá ið hann far so nógv betur umstøður aðra staðni??
Hví skal ein ungur lækni, ið hevur weekendvakt 8. hvørja weekend – og kvøldvakt/náttarvakt 3-4 fer um mánaðin í DK, søkja starv, har hann hevur vakt/tilkalling hvørt kvøld/hvørja nátt og vakt annað hvørt vikuskifti??
Fyrrenn politikkara duga síggja, at má okkurt henda – vit mugu geva læknum betri umstøður at trívast, verður tað ikki betur.
Vit mugu minnast til, at læknar eru eisini menniskju, ið hava familju og mugu hava sína frítíð.
Vit kunnu ikki krevja av ungum læknum, at teir koma heimaftur, bert tí, at teir eru føroyingar – til arbeiðsumstøður, ið ikki eru nøktandi., tá teir fáa nógv betri tilboð frá "øllum heiminum" – tí øll lond mangla læknar.
Feilir henda, men "bara" tað kemur framm. Hvar eru sólskinsøgurnar, tí tær helst nógv fleiri??
Gott nýggjár.
Jógvan E. Ósá




