Tað heldur Hjarnar Djurhuus, sum var í tjúgunum undir læknastríðnum, og sum arbeiddi á bedingini fyrst í 50-unum og gekk á Tekniska Skúla í Klaksvík. Eftir at hava fylgt orðaskiftinum um læknastríðið kendi hann tað vera rætt at geva sítt íkast, tí Hjarnar er ikki samdur í øllum, sum komið er fram.
Tað heldur Hjarnar Djurhuus, sum var í tjúgunum undir læknastríðnum, og sum arbeiddi á bedingini fyrst í 50-unum og gekk á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Eftir at hava fylgt orðaskiftinum um læknastríðið kendi hann tað vera rætt at geva sítt íkast, tí Hjarnar er ikki samdur í øllum, sum komið er fram.
———
Hjarnar Djurhuus skrivar:
Upplýsingar um og viðmerkingar til læknastríðið í Klaksvík
Tá tað ofta verður sagt, at 95 % av fólkinum í Klaksvík tóku undir við læknastríðnum, er tað ikki rætt. At eini 75 % av fólkinum í Klaksvík høvdu skrivað undir, at tey ynsktu, at Halvorsen skuldi halda fram sum lækni í Klaksvík, er nokk rættari. Men hesi 75% høvdu ikki givið nøkrum sjálvvaldum leiðarum myndugleika til at øsa fólk upp og fremja ólógligheitir, so sum at avlurta telefonir, at bera skotvápn og hótta fólk soleiðis, at nøkur valdu at rýma úr bygdini í eina tíð. Í veruleikanum mundu tað vera um eini 10% av fólkinum í Klaksvík, sum vóru við í læknastríðnum, og kanska onnur 10%, ið tóku undir við tí, soleiðis sum tað fór fram.
Tann ørskapur, ið fór fram undir læknastríðnum í Klaksvík, kann sjálvandi greiðast og greinast út frá ymiskum sjónarhornum so sum fíggjarligu støðuni, ið var í byrjanini av fimmtiárunum, og tí politisku støðuni, ið var millum Klaksvík og Havnina viðvíkjandi sjúkrahúsinum í Klaksvík. Átrúnaður hevði eisini sína ávirkan umframt øvund í sambandi við eina ávísa vinnufyritøku, sum í fleiri áratíggju hevði verið fremsta vinnufyritøka í Føroyum. At greina hesi viðurskifti er eitt størri verkevni, ið er fyri søgufrøðingar.
Tann persónurin, ið er mest áhugaverdur í sambandi við læknastríðið, er sjálvandi læknin Olaf Halvorsen, sum her verður hugt nærri at. Halvorsen var upphavið til læknastríðið og eisini tann persónurin, sum, um viljin var til staðar, lættast kundi loyst tað á virðiligan hátt, bæði fyri seg sjálvan, Klaksvík, Føroyar og eisini Danmark.
Læknin Halvorsen valdi sum fleiri aðrir danir, ið sympatiseraðu við ella høvdu samband við týska hervaldið undir krígnum, at fara uttanlands í eina tíð, so hetta sambandið skjótari kundi verða gloymt.
Halvorsen fyri “overvoldgiftsretten” hjá læknafelagnum
4. mars 1948 varð ein sak móti Halvorsen løgd fyri ein gerðarrætt hjá Læknafelagnum. Málið er reist av “lægeforeningens bureau” og “Foreningen for unge læger” fyri brot á “A. Alm. kollegial vedtægt” §1, stk. 4 fyri hesi viðurskifti:
1.”Medlemskab af D.N.S.A.P i tiden 8/7 1938 til 6/1 1941″.
2.”Tilmelding som frivillig i Waffen SS 12/5 i 1942″.
3.”Ved vikarvirksomhed for læge Frits Clausen april – november 1940 at have støttet denne og bidraget til muliggørelse af hans politiske virksomhed”.
Ákærin kravdi:
1. í fyrsta lagi, at Halvorsen verður ekskluderaður úr “Den almindelige danske Lægeforening”
2. í øðrum lagi, at “der tildeles ham en skarp misbilligelse på grund af hans overtrædelse…”
29. januar 1949 fall dómurin:
Niðurstøðan hjá “Overvoldgiftsretten” (gerðarrættardómstólinum) var, at “Sammenfattende må overvoldgiftsretten alvorligt misbillige læge Halvorsens forhold i national henseende, idet han har været medlem af D.N.S.A.P. og meldt sig til tysk fronttjeneste uden dog at komme med.
Sagens omkostninger udredes af læge Halvorsen.
So kemur dómurin:
Thi bestemmes:
Der tildeles læge Laurits Olaf Mischa Korsgaard Halvorsen en alvorlig misbilligelse af hans forhold i national henseende under besættelsen.
Sagens omkostninger kr. 601,50 udredes af læge Halvorsen”.
Tað vil siga, at Halvorsen í dóminum fær eina álvarsliga ábreiðslu fyri at hava verið limur í Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti (stytt: DNSAP). Hesin nazistiski flokkur roknaði m.a. í sínum programmpunktum jødar sum skaðiligar borgarar, ið máttu útruddast fyri at varðveita eina reina, ariska rasu, eins og Hitler og hansara flokkur gjørdu. Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti ætlaði harumframt at avtaka demokratiið. Halvorsen var eisini sambært “centralkartoteket”: “opført som frivillig i Waffen SS ifølge original tysk liste af 12. mai 1942”. Harumframt fær Halvorsen eina álvarsliga ábreiðslu fyri at hava meldað seg til “tysk fronttjeneste”.
Tað hevur verið ført fram, at Halvorsen “vildi ikki viðurkenna dómstólin”, men hetta samsvarar ikki við tað, sum stendur í overvoldgiftsretssag nr. 103/1948: “Efter at sagen var tilstilet læge Halvorsen, meddelte denne i skrivelse af 18. december 1948, at han ikke ønskede at nedlægge indsigelse mod nogen dommers habilitet, at han ikke ønskede personligt eller ved tillidsmand at imødegå anklagen…”.
Vit síggja, at Halvorsen í 1948 hevur góðkent dómstólin skrivliga. Kortini boðar hann frá so seint sum í 1953, at hann hvørki góðkennir dómstólin ella dómin. Tað tykist, sum Halvorsen framvegis heldur, at tað var rætt av honum at melda seg til tænastu hjá nazistunum sum lækni á eysturhermótinum. Tað er henda nazistiska hugburð og atburð, sum læknafelagið ikki kann góðtaka.
Reyði Krossur í Nazi-Týsklandi
Um ákærupunkt 2, at hava meldað seg sum frívilligan í Waffen SS, hevur Halvorsen sambært gerðarrættinum greitt frá, at hann hevði verið hugaður fyri at koma til eysturhermótið sum Reyða Kross lækni. Onkustaðni hevur verið ført fram, at hetta kann samanberast við at fara at arbeiða við felagsskapinum “Læknar uttan landamørk.” Ein slík samanbering er meiningsleys.
Reyði Krossur í Nazi-Týsklandi varð stýrdur av N.S.D.A.P. og SS. Læknin Ernst Robert Grawitz var varaformaður í týska Reyða Krossi longu frá 1938. Hann var samstundis ríkislækni í Nazi-Týsklandi og “Oberführer der SS”. Bara í Auschwitz framdu einir 200 læknar umleið 70 ómenniskjanslig, læknalig granskingarprosjekt við meiri enn 7000 royndum á menniskjum ímóti teirra vilja. Tað var her, at læknin Joseph Mengele skuldi hava loyvi frá dr. Grawitz at analysera blóð og beinagrindir hjá dvørgum, tvíburum, jødum og øðrum fyri at finna fram til, hvørji undirmenniskju skuldu týnast úr týska, ariska fólkinum fyri at ala fram eina reina rasu.
Í 1933 varð Hitler sjálvur valdur til protektor hjá týska Reyða Krossi. Sama ár vórðu jødar eisini útihýstir úr týska Reyða Krossi.
Altjóða Reyði Krossur fekk t.d. loyvi einaferð at vitja Auschwitz fyri at tosa við kommandantin har, Rudolf Høss, og at kanna, um tað passaði, sum tíðindi søgdu, at jødar vórðu gassaðir. Reyða Kross umboðsmaðurin fekk hvørki loyvi at fara inn í leguna ella at tosa við fangarnar og kundi tí ikki kanna tíðindini um tær ræðuligu gassingarnar.
Í 1944 gav SS-leiðslan kommandantunum í týningarlegunum loyvi at taka hjálparpakkarnar, sum altjóða Reyði Krossur hevði sent fangunum.
Nazistarnir loyvdu eisini einaferð altjóða Reyða Krossi saman við umboðsfólki frá danska Reyða Krossi at vitja jødiska savningar- og týningarbýin Theresienstadt í 1944 fyri at mana í jørðina, at nakað ólógligt fór fram í Nazi-Týsklandi. Hetta var reinur sjónleikur – torgið í býnum varð broytt til festivalpláss við kaféum, orkestrum og børnum, sum stuttleikaðu sær. Kring torgið vóru øll hús nýmálað. Reyði Krossur fekk onki loyvi at síggja uttan “sjónleikin”.
Danin E. Juel Henningsen, stjóri í danska heilsumálaráðnum, sum var við Reyða Krossi í Theresienstadt í 1944, sigur soleiðis: “Iscenesættelsen var åbenbar – overalt hvor vi kom frem, var det, som blev der trukket i usynlige tråde – “marionetter” gik i gang – jeg husker så tydeligt denne fornemmelse, som påtvang sig een gang på gang.”
Vit kunnu spyrja, hvat Halvorsen skuldi gera fyri Reyða Kross í Nazi-Týsklandi. Umheimurin visti ivaleysa nógv til at vita, at Reyði Krossur í Nazi-Týsklandi í veruleikanum tænti nazismuni.
Hví metti læknafelagið, at tað var so álvarsamt fyri ein lækna at hava havt samband við SS?
Waffen SS var vápnaði, nazistiski herurin hjá Hitler og hansara flokki. Nazistarnir høvdu longu í 1933 fongslað 45.000 nazi-mótstøðufólk.
Krystallnáttina í november 1938 høvdu teir brent 191 sýnagogur og sett 26.000 jødar í konsentratiónslegur; í tíðarskeiðnum 1939 til 1942 hevði SS avlívað umleið 54.000 fangar í týningarlegunum. 1. september 1939 hevði Hitler skrivliga givið boð um, at sjúk fólk í Týsklandi skuldu hóptýnast. Tvey tey næstu árini vórðu umleið 100.000 týskarar dripnir av hesi orsøk. Av hesum vóru 70.000 – 80.000 sjúklingar á sinnissjúkrahúsum; 10 – 12.000 sjúk og brekað frá savningarlegum. Íroknað vóru eisini allir jødiskir sjúklingar, sum lógu á nervasanatorium umframt umleið 3.000 børn millum 3 og 13 ár, sum vóru undir forsorg. Læknafelagið metti, at ongin lækni átti at hava nakað samband við nazistiskt virksemi og enn minni at hjálpa nazistunum, sjálvt um tað bara var at melda seg til “tysk fronttjeneste”. Tilsamans avlívaðu nazistarnir umleið 11 milliónir fólk í deyðslegunum.
Tá skrivað verður, at Halvorsen ongan dóm ella revsing fekk, er tað ikki rætt. Undir “Thi bestemmes” gevur “Overvoldgiftsretten” honum dómin “en alvorlig misbilligelse” bæði fyri, at hann ” har været medlem af D.N.S.A.P. og meldt sig til tysk fronttjeneste”; harumframt verður hann dømdur at bera sakarmálskostnaðin, tí hann í rættinum er hin tapandi parturin.
Hetta stendur eisini í andsøgn til vanliga hugsan, at Halvorsen varð fríkendur og tó dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin. Avgerðin hjá “overvoldgiftsretten” kann á ongan hátt tulkast til hansara fyrimun, uttan bara tað, at hann í fyrsta umfari ikki varð ekskluderaður.
Tá Halvorsen avger ikki at rinda sakarmálskostnaðin, vísir tað, at hann ikki góðtekur ábreiðsluna og heldur ikki ásannar síni álvarsomu, nazistisku mistøk. Tí verður hann seinni ekskluderaður úr Den almindelige danske Lægeforening.
Læknafelagið kundi á ongan hátt góðtaka nazistiskan atburð hjá sínum limum; tað var brot á “Alm. kollegial vedtægt” §1, stk. 4. Allir læknar skuldu eisini geva læknalyftið, sum varð viðtikið á Keypmannahavnar Universiteti longu í 1815. Programmið hjá Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti (DNSAP) var eisini greitt í stríð við læknalyftið.
Halvorsen kundi verið takksamur fyri avgerðina, at hann ikki varð ekskluderaður beinanvegin. Hann kundi eisini góðtikið ábreiðsluna og goldið sakarmálskostnaðin.
Halvorsen kom í 1948 til Havnar at arbeiða sum lækni, men fór í 1951 til Klaksvíkar, har stórt stríð tók seg upp um hansara persón.
Spurningarnir, ið eru áhugaverdir í sambandi við læknastríðið, eru fleiri.
1. Var Halvorsen á nakran hátt við í læknastríðnum, ella passaði hann bara sítt læknastarv?
Teir, sum stóðu á odda fyri læknastríðnum, góvu fólki ta fatan, at Halvorsen einki hevði við læknastríðið at gera, men bert passaði sítt læknaarbeiði á besta hátt.
Eg gekk á maskinistskúla í Klaksvík í 1953-54, og vit á skúlanum fylgdu sjálvandi við í læknastríðnum, uttan at tað hevði okkara stóra áhuga. Vit høvdu annað at hugsa um, og okkara fatan var, at Halvorsen persónliga onki hevði við læknastríðið at gera.
Tað var á sumri í 1953, at eg og ein skúlafelagi høvdu sitið og arbeitt við einari uppgávu. Klokkan man hava verið um tvey um náttina, tá vit vóru lidnir. Av tí at veðrið var so avbera vakurt hesa náttina, samdust vit um at fara ein keitúr, áðrenn vit fóru til songar. Klokkan man hava verið um hálvgum trý, tá vit vóru úti á vestaru bryggju. Vit stillaðu okkum at roykja niðan fyri kioskina hjá Nolsøe, áðrenn vit hildu leiðina heimaftur. Báðir høvdu vit gentur úr Havn, so vit tosaðu um, at um onkur bátur fór til Havnar hesa náttina, so skuldu vit fara við, sjálvt um tað kom at kosta okkum einar tveir skúladagar. Knappliga blivu vit varugir við, at menn koma út frá viðtaluhølunum hjá Halvorsen. Vit fluttu okkum so, at teir ikki skuldu síggja okkum. Halvorsen stóð sjálvur í hurðini í hvítum kitli og vinkaði til hesar seks náttargestirnar, ið hann hevði havt á vitjan, tá hesir vóru komnir niður í túnið. Satt at siga so helt eg, at tað var løgið, at Halvorsen var í hvítum kitli klokkan hálvgum trý um náttina; men seinri eri eg vorðin greiður yvir, at kittilin gjørdi, at hann helt frástøðu til gestirnar, tí tað passaði best inn í hansara politikk.Vit kendu sjálvandi allar menninar, sum hesa summarnáttina høvdu verið og vitjað Halvorsen. Hetta vóru allir menn, ið høvdu stillað seg á odda í læknastríðnum. Eg minnist, at eg spurdi skúlafelagan hjá mær, um hann helt, at hasir menninir høvdu verið til læknakanning í nátt. Hann svaraði bara: “Hatta hevði eg ikki trúð”! Tá menninir fóru til gongu, fór ein úteftir, ein fór niðan um sjúkrahúsið – hann skuldi niðan á Vágsheyg – meðan restin helt leiðina heim gjøgnum Víkarnar. Sjálvt um teir allir skuldu yvir stangamegin, so fylgdust teir ikki; teir ynsktu ikki at verða sæddir saman hesa náttina. At vit sóu allar hesar menn koma út frá Halvorsen hesa náttina, sigur mær, at hann á onkran hátt luttók í tøttum samskifti við oddamenninar í læknastríðnum. Gestirnir, ið vitjaðu Halvorsen hesa náttina, vóru neyvan komnir fyri at upplýsa Halvorsen um læknastríðið, nei, heldur má haldast, at fundurin hevur verið ein taktikkfundur.
2. Hvussu leingi ætlaði Halvorsen sær at blíva verandi í Klaksvík, um hann fekk læknastarvið har norðuri? Og hvat brúkti Halvorsen læknastríðið í veruleikanum til?
Eg haldi ikki, at Halvorsen frá byrjan ætlaði at blíva leingi í Klaksvík. Hann hevði ikki á nakran hátt samband við fólkið har norðuri uttan gjøgnum sítt arbeiði. Hvørki Halvorsen sjálvur ella nakar í familjuni høvdu vinfólk í Klaksvík. Familjan hevði sjálvboðin valt at avbyrgja seg.
Eg havi ongantíð hoyrt, at Halvorsen varð spurdur um, hvussu leingi hann ætlaði at blíva verandi í Klaksvík, um hann fekk læknastarvið. Tað vil siga, at leiðararnir í læknastríðnum kastaðu bygdina út í eitt mishátt stríð uttan á nakran hátt at hava gjørt avtalu við Halvorsen um eitt ávíst áramál, um stríðið eydnaðist.
Tað er nakað, sum bendir á, at tá Halvorsen varð varugur við, hvørja makt hann hevði fingið, so ynskti hann eisini at brúka hana ímóti teimum myndugleikunum, ið hann helt høvdu viðfarið seg órættvíst. Hetta passar eisini væl til hansara nazistisku yvirklassahugsan. Hetta kemur enn týðiligari fram í svarinum uppá næsta spurning.
3. Hví var Halvorsen ikki meira hjálpsamur við at loysa læknastríðið?
Tá leiðararnir í læknastríðnum vóru um at gerast troyttir, høvdu teir hug at góðtaka eitt samráðingaruppskot, sum samráðingarmenn úr Havn vóru komnir við. Tá Halvorsen varð spurdur, hvat hann helt um uppskotið,vildi hann ikki svara, fyrrenn hann hevði tosað við konuna. Tá hann hevði ráðført seg við konuna, var svarið “nei” – ella sum hann málbar seg: “Min kone kan ikke godtage forslaget”. Tað var neyvan nakar, sum trúði, at tað var kona Halvorsen, ið gjørdi av, hvat kundi ella skuldi verða góðtikið. Men tað var ein snild atgerð av Halvorsen at lata konuna fáa skuldina fyri avgerðina, soleiðis at hann ikki kom í andstøðu við leiðararnar í læknastríðnum.
Tá samráðingarnar vóru lidnar, og menn fóru avstað, møtir ein av samráðingarmonnunum konu Halvorsen í túninum. Hann kendi hana eitt sindur frá Havnini og heldur fyri við hana, at hatta var eitt gott uppskot, tey høvdu fingið í dag, og spyr so, hví tey høvdu vrakað tað. Svaraði kona Halvorsen: “Vi har endnu ikke fået nok oprejsning for det, vi har været udsat for!”. Eg haldi, at úttalilsið hjá konu Halvorsen er sera áhugavert.
Tveir royndir politikarar, ein dani og ein føroyingur, tosaðu við Halvorsen um læknastríðið, og hvussu ein endi kundi fáast á tí. Danski politikarin var einsamallur við Halvorsen, tá hann tosaði við hann, meðan føroyingurin tosaði bæði við Halvorsen og konuna. Báðir politikararnir vóru samdir um, at Halvorsen einans hevði kenslur fyri sær og sínum og fyri sínari nazistisku sannføring. Tað, at læknastríðið var keðiligt fyri Klaksvík, fyri Føroyar og eisini fyri Danmark, rørdi hann ikki! Tað hevði ikki hansara áhuga.
4. Hvussu var Halvorsen sum persónur?
I 1954 fór eg niður at sigla. Eg sigldi hjá DFDS. Um heystið í 1955 fekk eg feriu, og fóru genta mín Malena og eg heim at gifta okkum. Læknastríðið var ikki heilt av, so tá pápi fór norður til Klaksvíkar at bjóða í brúdleyp, kom hann saman við politinum í Klaksvík og parti av sjúkrahússtýrinum at gista á politistøðini í eina nátt.
Tann 9. oktober fóru konan og eg niðuraftur til Danmarkar við s/s Trondhjem. Um kvøldið hittu vit N.J. Rasmussen prest og Jógvan Højbro ella Lítla Jógvan, sum hann vanliga varð kallaður. Eg kendi báðar væl frá Klaksvík, og settu vit okkum við eitt borð at práta. Tá vit høvdu sitið eina løtu, kemur skiparin á Drotningini, tann navnframi Rye Jørgensen, ið nú førdi Trondhjem, yvir til borðið hjá okkum. Skiparin gramdi seg um, at DFDS ikki hevði frægari skip enn Trondhjem at avloysa Drotningina, nú hon var farin í dokk. Fyri at hjálpa upp á støðuna, segði skiparin, varð avrátt, at maturin skuldi vera serliga góður. Tá skiparin skuldi fara, spurdi hann, hvar í Føroyum vit vóru frá. Tá hann hoyrdi, at vit vóru úr Klaksvík, spurdi hann, um hann ikki kundi sleppa at seta seg við borðið hjá okkum eina løtu, og tað høvdu vit sjálvandi einki ímóti.
Rye Jørgensen byrjaði so at siga okkum frá einari læknafamilju, sum nakað frammanundan hevði verið við Trondhjem, har hann hevði verið skipari. Familjan kom úr Klaksvik, og læknin kallaðist Halvorsen. Familjan helt seg fyri seg sjálva umborð, og Halvorsen kravdi, at matur skuldi berast niður á kømurini hjá honum – hann hevði tvey kømur. Matur plagdi ikki at verða borin niður á kømurini, uttan tá fólk høvdu sjóverk, men av tí at ikki so nógv ferðafólk vóru við, so var ynskið hjá læknanum eftirlíkað. Tá Trondhjem kom til Keypmannahavnar, bað 1. stýrimaður tveir matrósar fara at hjálpa læknafamiljuni at bera viðførið í land. Læknin hevði nógv viðføri, tí hann skuldi flyta úr Føroyum. Eina løtu seinni kemur annar matrósurin og sigur við 1. stýrimann, at nú vóru teir lidnir at bera í land, men at ein stórur málningur var eftir umborð, og at tað sá út sum, at læknin ikki ætlaði at taka hann við í land. Hetta helt 1. stýrimaður kundi ikki passa – her mátti vera onkur misskiljing! Tá 1. stýrimaður sær, at Halvorsen enn stendur á bryggjuni, fer hann niður til hansara og sigur: “De har glemt noget ombord- et stort maleri.” Halvorsen svarar: “Jeg har ikke glemt noget – det skidt gider jeg ikke tage med mig”. Rye Jørgensen helt, atburðurin hjá læknanum var sera løgin, og fór tí at spyrja seg fyri, um Halvorsen og málningin, tá hann kom aftur til Føroya. Hann fekk at vita, at málningurin, sum Halvorsen ikki tímdi at taka við í land, var ein skilnaðargáva frá fólki í Klaksvík, sum listakvinnan Poulina Joensen eftir bílegging hevði málað av Klaksvík.
Tá Rye Jørgensen var liðugur við frásøgnina og hevði knýtt nakrar minni positivar viðmerkingar afturat um atburðin hjá Halvorsen, bleiv tøgn við borðið eina løtu, men so helt Rasmussen fyri: “Højbro, hvis vi to havde været med, så havde vi taget Poulinas billede med os i land, ikke sandt”? Jú tað helt Jógvan, at teir høvdu gjørt! Tá vit spurdu skiparan, hvar málningurin hjá Poulinu nú var, segði hann, at hann var farin inn á eitt goymsluhøli hjá DFDS. So um eingin er farin við honum, so stendur hann kanska har enn.
Eg haldi ikki, at Olaf Halvorsen bleiv verandi í nøkur ár í Klaksvík, tí hann hevði fingið alsk til bygdina og fólkið, ið har búði, men heldur tí, at hann her helt seg kunna fáa uppreisn ella hevnd fyri ta órættvísi, hann helt seg hava verið fyri frá ymiskum myndugleikum og læknafelagnum, umframt at hann eisini fekk góðan fíggjarligan vinning.
Givið er, at Halvorsen var ein evnaríkur og arbeiðssamur lækni og ein maður við leiðaraevnum. Honum nýttist tí ikki at stýra nógv handan tjaldið fyri at fáa sín vilja framdan í Klaksvík. Halvorsen hevði sum fólk flest eisini aðrar eginleikar, ið vóru minni dámligir. Hann var óvanliga treiskur, og hansara virðing fyri øðrum menniskjum, ið ikki høvdu somu politisku, nazistisku sannføring sum hann, var ikki serliga stór. Halvorsen føldi seg at hoyra til harrafólkið. At hansara virðing fyri øðrum menniskjum ikki var serliga stór, vísir hann millum annað við
1. at hann ikki vildi tosa við táverandi løgmann Khristian Djurhuus um læknastríðið.
2. at hann ikki kom aftur til Klaksvíkar, sjálvt um hann hevði lovað tað.
3. at hann ikki tímdi at taka skilnaðarmálningin frá klaksvíkingum við sær í land í Keypmannahavn.
4. at hann ongantíð kom aftur til Klaksvíkar at takka fyri stuðulin undir læknastríðnum.
Nakað eftir at Halvorsen var komin til Danmarkar, fekk hann sær viðtaluhøli í bygninginum Buen við Vesterbrogade í Keypmannahavn. Tað, hann serliga tókst við, var at skriva sjónsváttanir í sambandi við koyrikort. Teir føroyingar, ið fóru inn til Halvorsen í Keypmannahavn at fáa sær sjónsváttan til koyrikort og roknaðu við at hitta ein klaksvíksvin, mistóku seg. Hjá Halvorsen var tað, sum danska orðatakið sigur: “Ude af øje ude af sind.”
Vit kunnu siga:
1. at Halvorsen sjálvur luttók aktivt í læknastríðnum.
2. at Halvorsen brúkti sína makt í læknastríðnum til egið gagn.
3. at Halvorsen brúkti læknastríðið at fáa uppreisn eftir sína nazistisku fortíð.
4. at Halvorsen ikki helt, at tað var skeivt av sær sum lækni at melda seg sum lim í Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti.
5. at Halvorsen ikki helt, at tað var ákæruvert at melda seg til “tysk fronttjeneste”.
Tá stríð tekur seg upp sum læknastríðið í Klaksvík, er tað av stórum týdningi, at tað verður steðgað beinanvegin, so tað ikki fær loyvi at menna seg! Tað er einki at ivast í, at bæði í Havn og í Klaksvík kundi verið gjørt meira fyri, at læknastríðið ongantíð bleiv veruleiki.




