Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknavaktin biðir norðoyingar koyra forbí Klaksvíkar Sjúkrahús

Oliver Joensen

Síðan Kommunulæknavaktin varð sett á stovn eru fleiri og fleiri dømi um at fólk í norðoyggjum verða biðin um at koyra á landssjúkrahúsið ístaðin fyri á Klaksvíkar Sjúkrahús

Enn eitt dømi um lága vitanarstøðin hjá vakthavandi á læknavaktini.

– Fyri at konan skuldi fáa læknahjálp var eg av læknavaktini noyddur at koyra allan vegin av Viðareiði til Havnar, skrivar Pauli í Geil

Pauli í Geil:

Hans Pauli Strøm lovaði "højt og helligt" at eingin av Viðareiði skuldi til Havnar til vaktlæknan, men veruleikin er ein heilt annar.

Eitt dømi hevur verið í fjølmiðlunum um eina konu í Kalsoynni og fyri júst 2. vikum síðani tá konan hjá mær lá vit einum kropshita uppá 41 stig ringdi eg til 1870 og bleiv tvingaður at koyra til Havnar á kvøldið fyri í at hon kundi koma undir læknahond.
– Hetta er alt ov galið og haldi eg at málið um kommunulæknavaktina skuldi verið tikið upp til nýggja viðgerð. Hans Pauli Strøm eigur at liva upp til lyfti síni – tí eg veit onkran annan av Viðareiði sum eisini fekk boð frá læknavaktini um at koyra til Havnar.

Pauli í geil

Harleyfacadeacryl