Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknavaktin í Eysturoynni undir Klaksvíkar Sjúkrahús?

Bill Justinussen

Hevur landsstýriskvinnan umhugsað at skipa læknavaktina í Eysturoynni undir Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg mikudagin 7. desesmber:

Hevur landsstýriskvinnan umhugsað at skipa læknavaktina í Eysturoynni undir Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Tað hevur leingi verið ávís misnøgd við tænastustøðið hjá læknavaktini á Landssjúkrahúsinum. Serliga stór er misnøgdin, har frástøðan er long.

Læknavaktin er komin í lag, tí ov fáir kommunulæknar eru í føstum starvi kring landið. Tí ber ikki til at hava kommunulæknavakt alt samdøgrið í meginøkinum. Eysturoyggin er serliga illa fyri í mun til kommunulæknavaktina og enn verri, tá trýst er á skipanini.

Tí eigur at umhugsast at skipa tilboðið í samstarvi millum sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina.

Bill Justinussen