Lær at skriva skelti, so tú fært fanga kundan og lær hvussu tú skalt byggja eitt skelti upp soleiðis, at tíni skelti verða sædd.
Hondskrivaði skelti selja!
Prísskelti í handlinum eru sera umráðandi fyri meirsølu, tað veit einhvør, ið rekur ein handil. Sjónlig og væluppbygd skelti geva meirsølu og glaðar kundar og vøkur hondskrivaði skelti imponerað til eina og hvørja tíð, serliga í hesum tíðum, tá alt er teldugjørt og einstáttað.
Tú fært einans fá sekundir at fanga kundarnar við skeltunum í handlinum og tí er tað umráðandi at skeltini fyrst og fremst standa í røttu hædd og á rætta stað, og at boðskapurin á skeltinum er so stuttur og einkul sum gjørligt. ”Hugskrift” er tann mest brúkta skriftin til at skriva skelti við, tí skriftin er løtt at lesa, løtt at minnast til og sera vælegnaði til bæði lítil og stór skelti. Eisini er skiftin uppbygd av heilt fáaum grundlinjum, soleiði at tað er sera lætt at læra at skriva hesa skiftina.
Skeiðið er serliga ætlað til tey, ið hava handil, og handilslærningar, sum hava brúk fyri at kunna skriva skelti til handilin á ein meira professionellan hátt og ikki er neyðugt at hava nakran kunnleika til skeltaskriving áðrenn skeiðið.
Tú lærir:
- grundteknikkin í skeltaskiving við ”hugskrift”
- at brúka filtpennar og um pappírstøddir
- at skriva allir bókstavir í alfabetinum við hugskrift
- at skriva tølini 0-9 við hugskrift
- grundreglarnar við orðadeiling, millrúm millum orð og reglur
- at gera skuggar
- hvussu eitt skelti skal byggjast upp
- at skiva prísskelti við teksti og kostnaði í ymiskum støddum
Nær: 11. – 13. og 19. november
Allar dagarnar frá kl. 18.30 til kl. 21.30
Hvar:Gamla Seglhúsið, Klaksvíksvegur 48, 700 Klaksvík
Kostnaður:kr. 2.396,- + MVG (kr. 2.995,- )
Annað:Íroknað kostnaðinum er undirvísingartilfar, kaffi, te v.m.
Undirvísingartilfar: 2 spannir á 4 fliltpennar og 2 dunkar skeltablekk
4 stk. touchpennar og pappír.
Spurningar:Hevur tú eitthvørt at spyrja um ert tú vælkomin at seta teg í samband við Símun Gullaksen á tel. 217055 ella umvegis t-post:simun@grafia.fo
Pláss er fyri 12 luttakarum.




