Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lær at virka ullina

Erik Biskopstø

Í hesum døgum verður seyðurin royttur, og nógv ull er tøk. Hví ikki taka ein part av ullini og læra at handfara hana og virka hana sum føroyingar hava gjørt í øldir?

Føroya handarbeðisskúli bjóðar nú hugnaligt skeið, har fokus verður á at virka ull við at nappa, kara og spinna. Anna Evensa Abrahamsen samskipar skeiðið, men lagt er eisini upp til, at luttakararnir kunnu deila vitan og royndir við ull. Skeiðið verður yvir 8 kvøld í vetur á Føroya handarbeiðsskúla, sum húsast í gomlu Heygabúðini á Heyganum í Klaksvík.

Tilmeldingin verður seinni, men vit gera vart við skeiðið nú, so fólk hava møguleika at skaffa sær ull nú.