Longu frá fyrsta bríksl brúktu B36 leikarar sera ó-sportligan atburð at spæla sjónleik og detta eftir hvørja takling og í avgerandi deyðbólt-støðum at brúka væl vandar beistagerðir uttan at dómari ella linjuverji lótu við seg koma gjørdist avgerandi fyri dystarúrslitið.
Longu frá fyrsta bríksl brúktu B36 leikarar sera ó-sportligan atburð at spæla sjónleik og detta eftir hvørja takling og í avgerandi deyð-støðum at brúka væl vandar beistagerðir uttan at dómari ella linjuverji lótu við seg koma gjørdist avgerandi fyri dystarúrslitið.
Útjavnandi málið hjá B36 kemur eftir eina deyðbóltstøðu har áleypari hjá B36 hálar KÍ verjuleikara niður – so hesin ikki sleppur fram at bóltinum. Samstundis rennur hin áleyparin saman við KÍ málverjan inni í málmannsteiginum – alt frammanfyri eygu dómarans og linjuverja. Álopið endar við at bólturin situr í KÍ málinum.
KÍ hevði í seinrahálvleiki eitt tungt trýst á B36 málið og hevði allar møguleikar at vinna dystin – men tá tað ikki eydnaðist at fáa úrtøku burtur úr – var tað sum siður er í fótbólti – mótstøðuliðið sum fór avstað við sigrinum.
Myndin omanfyri er eitt dømi um hvørji skitin vápn B36 slapp at brúka. Atsóknin var so væl skipað at eingin ivi er um at hetta er nakað sum verður lært til venjing í Gundadali. Serliga var tað merkisvert hvussu lætt B36 leikarar lótu seg falla og hvørjaferð dømdi dómarin. Tað sást eisini at B36 satsaði uppá at fáa deyðbóltstøður so teir kundu brúka síni vápn.
Men sum fráleið fór dómarin at troyttast av vánaliga gongulagnum hjá B36 leikarunum sum í heilum lógu og veltust á vøllinum og so var longri millum deyðbóltsstøðurnar í seinra hálvleiki.
Avgerð dómarans at nokta KÍ eitt klokkuklárt straffi í seinra hálvleiki og óskiljandi frávera dómarans í fyrra hálvleiki var avgerandi fyri úrtøkuna hjá B36. Men at KÍ ikki fekk fleiri mál kunnu teir hvít/bláu takka sær sjálvum fyri.
Kí var betra liðið stóran part av seinra hálvleiki og tí hava vit góðar vónir til næsta dyst.




