Í málinum um skúlabygnaðin í Klaksvík er eitt skriv frá Føroya Lærarafelag v/Herálvi Jacobsen, formanni, dagfest 29. apríl 2011, har felagið meira talar fyri enn ímóti einari skúlasamanlegging. Tí er tað í besta føri óumhugsað og í ringasta føri skaðiligt, at sama felag og sami formaður nú – eftir at málið er avgreitt – kemur alment út við heilt øðrum hugsanum og hugburði til sama skúlasamanleggingarmál og harvið órógvar ta týdningarmiklu og krevjandi samansjóðingartilgongd, sum nú er í gongd.
Í málinum umskúlabygnaðin í Klaksvík er eitt skriv frá Føroya Lærarafelag v/HerálviJacobsen, formanni, dagfest 29. apríl 2011, har felagið meira talar fyri ennímóti einari skúlasamanlegging. Tí er tað í besta føri óumhugsað og í ringastaføri skaðiligt, at sama felag og sami formaður nú – eftir at málið er avgreitt– kemur alment út við heilt øðrum hugsanum og hugburði til samaskúlasamanleggingarmál og harvið órógvar ta týdningarmiklu og krevjandisamansjóðingartilgongd, sum nú er í gongd.
Íalmennum skrivi í vikuni finst formaðurin í Føroya Lærarafelag atsamanleggingunum av skúlum í Tórshavn og í Klaksvík, og sum formaður íTrivnaðarnevndin Børn og Ung hjá Klaksvíkar Býráð, sum varðar av skúlamálum,vil eg gera hesar viðmerkingar:
Eittnú førir lærarafelagsformaðurin fram, at tað er ikki rætt at leggja skúlarsaman, áðrenn tað er greitt, hvussu teir skulu skipast, at tað er óskiljandi,hví ein samanlegging skuldi skundast ígjøgnum, at kommunalpolitikarar vilja profileraseg og vilja vísa, at teir gera nakað, at tað í besta føri er tað, sum er hent,óumhugsað og í ringasta føri skaðiligt, og at fyri starvsfólkini í skúlunumhevur vantandi kunningin og opinleikin í tilgondini verið ótolandi.
Einkann ikki annað enn undrast stórliga á tær viðmerkingar, sum her verða førdarfram, tí talan er veruliga um eina væl skipaða og fólkaræðisliga tilgongd, harallir viðkomandi partar av málinum luttóku, og sum frá byrjan til enda varðløgd tilrættis í samráð við Mentamálaráðið.
Talaner her um eina drúgva tilgongd, sum ein bygnaðarbólkur stóð fyri, har umleið150 persónar í og kring skúlan luttóku í arbeiðnum.
Úrrúgvuni av fólkaræðisligum mannagongdum, vit hava nýtt í hesum máli, kunnunevnast fleiri fundir við lærararnar í Klaksvík, bygnaðarbólkur við umboðumfyri leiðslu, skúlastýri, læraraumboð og umboð fyri kommununa, har bæðiumsitingarlig umboð og umboð fyri meiri- og minniluta í býráðnum vóru við.
Bygnaðarbólkurin,sum varð mannaður eftir fyriskriftum frá Mentamálaráðnum, skipaði fyri verkstovum, hugbanka og fundum,sum fevndu um umleið 150 fólk, har allir viðkomandi partar í og kring skúlaneru komnir til orðanna. Til at standa fyri hesum arbeiði og skipa tilgongdinasetti bygnaðarbólkurin ráðgevingarfyritøkuna Input, sum kom sera væl fráuppgávuni.
Eitt nú var talan um hesi tiltøk:
*Verkstovur fyri lærarar ogskúlastýrini/-leiðslurnar, sum viðgjørdu spurningin: Hvussu fær man Føroya bestu næmingar?
*Verkstovur fyri næmingar íframhaldsdeildunum og fyri umboðum á dagstovnum, frítíðarskúlum og miðnámi, har spurt varð: Hvussu fáavit Føroya besta/bestu skúla/r?
*Framrokning og frágreiðing frábúskaparfrøðingi um fólkatal í Klaksvíkar Kommunu.
*Vitjan av Magnus Te Pas, sum erslóðbrótandi danskur skúlastjóri, ið hevur flutt og ment ein danskan fólkaskúla.
*Hugbanki í tveir dagar, har politiskuumboðini í bygnaðarbólkinum ikki luttóku, men har bygnaðarbólkurin varð víðkaður viðfleiri persónum við royndu og førleikum innan skúlaskap og umsiting.
Eg kann tí fult og heilt afturvísaákærunum frá lærarafelagsformanninum um m.a. óskipaði viðurskifti og manglandiopinleika.
Samandráttur av viðmerkingum frá Føroya Lærarafelag, v/Herálvi Jacobsen,formanni – latin Klaksvíkar kommunu í skrivi, dagfest 29. apríl 2011:
*Eftir føroyskum viðurskiftum eru skúlarnir í Klaksvík tveir stórir skúlar, og einki forðar fyri at skúlarnir, tá hugsað verður um stødd, virka sum sjálvstøðugar eindir.
*Millum fyrimunirnar við einum samanløgdum skúla eru felags serhøli og útgerð.
*Tað kann hugsast, at valið stendur millum eitt vælútgjørt serhøli heldur enn tvey minni vælútgjørd serhøli.
*Sjálvandi krevst ein ávís stødd fyri at fáa eitt fakligt umhvørvi,
*Eitt gevandi fakligt umhvørvi er tó meira tengt at eini framsøknari leiðslu og starvsfólkunum annars, enn at støddini av starvsfólkahópinum.
*Í nøkrum lærugreinum í fólkaskúlanum er tørvurin á lærarum størri enn í øðrum lærugreinum. Har kunnu vera fyrimunir í einum størri lærarahópi.
*Innan øki har serkunnleiki krevst, bæði námsfrøðiliga og tøkniliga, er eingin ivi um, at eitt størri arbeiðsøki er til fyrimunar fyri tey, ið røkja hesar uppgávur.
*Tímar til serligan tørv verða heilt víst gagnnýttir betri í einum størri skúla/øki. Samanumtikið verða lærarakreftirnar gagnnýttar betri.
*At miðsavna serkunnleikan og økta innanhýsis læringin millum starvsfólkini, ið væntandi stendst av tí, kemur sjálvandi næmingunum til góðar. Hetta kann tó eisini gerast við samarbeiði millum skúlarnar.
*Við eini felags leiðslu, átti heilt víst at verið rúm fyri rationaliseringum innan umsiting. Hinvegin er tað serliga tann námsfrøðiliga og tann sjónliga leiðslan, ið dentur verður lagdur á í skúlahøpi.
*Ein møgulig samanlegging at vera framd sum ein skipað tilgongd, har starvsfólkini eru partur í málinum og verða kunnað og hoyrd. Tað kann vera eitt stórt afturstig fyri skúlan, um ein partur av lærarunum kenna seg kroystar inn í ein bygna, teir einki ynski hava um og onga ávirkan hava havt á.
*Tá tveir skúlar verða lagdir undir eina leiðslu, er í prinsippinum talan um at niðurleggja annan skúlan, og tá er ásetingin í fólkaskúlalógini um fólkaatkvøðu galdandi (§ 29. Stk. 5.).
Samanumtikna tilmælið frá Lærarafelagnum var soljóðandi:
*Sum sæst omanfyri, so eru bæði fyrimunir og vansar við einari samanlegging.
*Lærarafelagið kemur tí ikki við nakrari einvísari tilráðing, fyri ella ímóti.
*Vit leggja tó dent á, at týdningarmesti spurningurin í sambandi við eina møguliga skúlasamanlegging, skal hon eydnast væl, er at lærararnir eru partur av tilgongdini, og at lærararnir verða kunnaðir og hoyrdir.
Hetta skrivið frá FøroyaLærarafelagnum varð sjálvandi tikið í fullasta álvara av Klaksvíkar Býráð, táið støða skuldi takast til skúlabygnaðin í Klaksvík.
Táið nú sami formaður fyri sama felag kemur buldrandi út við heilt øðrummeiningum og metingum um sama mál, ja, so kemur spurningurin fram í hugan, umtað ikki mest av øllum er formaðurin í lærarafelagnum sjálvur, sum vilprofilera seg. Lærarafelagið verður í øllum førum ikki serliga væl profileraðvið hesum framferðarhátti formansins, har meiningarnar um so týðandi mál síggjaút til at skifta frá ári til ár.
Í løtuni eru lærararnir viðKlaksvíkar skúlaverk inni í einari avbjóðandi tilgongd, har nýsetti stjórin –saman við skúlastýri, varastjórum og øllum lærarum, og í góðum samstarvi viðkommununa – er í ferð við at savna allar kreftir um einasamansjóðingartilgongd, sum bæði er spennandi, men eisini krevjandi fyri allarpartar.
Tað er tí óguliga óheppið og lítíðsømiligt, at felagið hjá starvsfólkum skúlans nú kemur sum ketta upp úrhøvdatroð við so spjaðandi og særandi viðmerkingum, og vil eg sum formaður íTrivnaðarnevndini Børn og Ung átala slíkan atburð.
Íbesta føri eru hesar viðmerkingar lærarafelagsformansins óumhugsaðar og íringasta føri skaðiligar.
Klaksvík, 29. mai 2015
Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børnog Ung




