Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læraraútbúgving í Ollerup

Norðlýsið

Spennandi, donsk læraraútbúgving bjóðar til mentunnar- og kunningarkvøld í Miðlahúsinum.

Á spennandi tiltaki í Miðlahúsinum hóskvøldi 15. februar fara umboð fyri Den Frie Lærerskole í Ollerup, teirra millum tveir føroyingar, at greiða frá útbúgvingini til frískúla-, eftirskúla- og háskúlalærara.

Í løtuni liggja ítøkiligar ætlanir frammi um bæði frískúla og eftirskúla í Føroyum, har frálæaran er grundað á somu siðir, sum í føroyska fólkaháskúlanum. Tað er í júst hesum siðum at lærarar verða útbúnir á DFL.

Útbúgvingin mennir førleikan at arbeiða í teimum fríðu siðunum á skúlum, men royndir vísa eisini at útbúgvingin oftani verður brúkt til nógvar aðrar, spennandi uppgávur á arbeiðsmarknaðinum. Serliga innan starvsfólkarøkt, coaching o.l. økir, har uppgávan er at nøra um tað menniskjaliga tilfeingið.

Tann fríða læraraútbúgvingin varar í 5 ár, harav 3. árið er í lønandi starvspraktikk á einum skúla. Flestu næmingarnir búgva á skúlanum í Ollerup, har ein sera høg social og faklig samverða er reyði tráðurin í dagliga virkinum, bæði í vanligu skúlatíðini og í frítíðini. Hvønn skúladag eta lærarar og næmingar eina høvuðsmáltíð saman á middegi, og øll hesi árini, sum skúlin hevur virkað, eru nógvir dropar av góðum hugskotum regnaðir niður í eitt hav av traditiónsríkum tiltøkum, sum sermerkja tíðina á skúlanum og gera uppihaldið til eitt ógloymandi tíðarskeið við dyggari persónligari menning.

Umframt frálæru í teimum siðbundnu lærugreinunum, bjóðar skúlin eisini ein hóp av kreativum lærugreinum innanfyri best hugsandi karmar, við góðum verkstaðarfasilitetum. Den Frie Lærerskole er nærmasti granni hjá kenda ítróttarskúlanum í Ollerup og økið, har skúlin stendur, í suður-eysturpartinum á Fjóni, er ein tann vakrasta náttúruperlan í Danmark, og tað er sanniliga eisini nakað, sum skúlin í nógvar mátar ger sær dælt av.

Á skránni hóskvøldið er framløga um skúlan, tónleikur, upplestur, felagssangur og sjálvandi møguleiki at seta fram spurningar. Tað er Hanne Kirk, seminarielærari, sum saman við næmingunum Stine Dahlbæk Nielsen og Christian Kock Andersen fara at standa fyri innsløgunum saman við føroyska næminginum, Annu Tórgarð og Djóni Dalsgarð, sum er fyrv. næmingur á DFL.


Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni hóskvøldið 15. februar kl. 20:00.
Meiri fæst at vita um Den Frie Lærerskole á www.dfl-ollerup.dk