Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærari til HT-útbúgvingina

Lýsing

Til komandi skúla tørvar okkum ein undirvísara at byrja 16. august.

Lærugreinir
    –     enskt C-stig
    –     enskt B-stig og
    –     enskt A-stig

Lutvís er talan um tvørfakliga undirvísing og samstarv í toymi.

Førleiki
Vit kundu hugsað okkum, at
    –     tú hevur prógv í enskum frá hægri lærustovni
    –     hevur royndir sum undirvísari og
    –     trívist millum ungfólk

Setanartreytir o.a.
Setanartreytir og løn eru eftir sáttmála í millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal sendast skúlanum innan 14. juli.

Eru spurningar, so eru áhugaði vælkomin at venda sær til Rúna Heinesen, skúlastjóra, tlf. 214407.

Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
Fo-700 Klaksvík

Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli. Á skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og timbur yrki.
Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi, fakliga- og námsfrøðiliga menning.