Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærari til Sjónám

Lýsing

Søkt verður eftir undirvísara til skeið at byrja 1. januar 2014.


Starvsinnihald:

· Undirvísa í ymiskum skeiðum, ið m.a. viðvíkja trygd á sjónum og í frálandavinnuni. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.

· Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni

· Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur


Førleikar:

Best er, at umsøkjarin hevur:

· maritima útbúgving og hevur starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella í flogferðslu, ið kann javnsetast

· kavaraprógv ella aldur og heilsu til at taka prógv sum kavari

· góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

· góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði

· kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni


Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur undirvísingarroyndir innan nevnda økið.


Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.


Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag, www.lnd.fo

Setanarøkið fevnir um skeiðsvirksemið og útbúgvingar á Sjónámi og Tekniska Skúla í Klaksvík.


Umsóknir:

Umsóknarfreistin er 29. november 2013,

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast:

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

ella

Tekniska Skúla í Klaksvík

Postboks 20

FO-700 Klaksvík

stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hanus Kjølbro, deildarleiðara, tlf. 224464 ella hanus@sjonam.fo


Lýsingin sæst eisini á www.seasafe.fo