Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærarin er svarið – ikki spurningurin.

Oliver Joensen

Sigur Helena Dam á Neystabø, millum annað í hesum íkasti sínum til Pisa kanningina.

“Gløgt er gestsins eyga” verður mangan sagt. Eg rokni ikki við, at gesturin sær meira enn vit sjálvi síggja, men vit hava lyndi til at lurta, tá ið onnur og ikki vit sjálvi siga sannleikan.

Í hesum føri PISA – henda møguliga óviðkomandi OECD-kanningin, sum nú á øðrum sinni sigur okkum frá, at tað stendur ikki nóg væl til í fólkaskúlanum. Eg hugsi ikki, at tað var neyðugt við einari ella fleiri PISA kanningum fyri at staðfesta tað. Tað hava lærarar og onnur við skili fyri fólkaskúlanum sagt í áravís, men eingin hevur lurtað. Tvørturímóti hevur man brikslað lærarum, at teir eru nøkur knarr, og at teir mugu taka í egna barm. At eingin nú longur ivast, er gott, og tí hevur PISA tænt einum góðum endamáli.

Men tað skal ein heilt annar politikkur til, skulu vit venda gongdini. Lærarastættin má aftur til “æru og verdigheit”. Fakið skal virðast sum eitt tað týdningarmesta starvið í samfelagnum yvirhøvur. Tað má ikki henda eina ferð afturat, at vit bert samtykkja fleiri tímar í teimum fakum, har ringast stendur til, og at lærararnir og skúlarnir so bara mugu finna út av tí.

Lærarastættin hevur brúk fyri útbúgving og eftirútbúgving í stóran stíl. Ikki bert sum eitt tilboð, men sum eitt førleikagevandi krav. Lærarar og skúlar, hava eins og næmingar brúk fyri amboðum og arbeiðsumstøðum og fyri tíð til at loysa tær alsamt størri uppgávurnar, sum verða álagdar skúlanum. Og vit hava ikki stundir til at bíða, til ein rúgva av nýggjum skúlum eru bygdir.

Tí mugu vit byrja við tí tilfeinginum, sum eftir stuttari tíð kann útinna tey stórstu avrikini – nevniliga lærarunum. Tað tekur ikki langa tíð at skipa fyri eftirútbúgvingum, at skipa fyri, at undirvísingartilfarið er dagført og í lagi, at syrgja fyri, at telduskipanir eru í ordan, og ikki minst at tryggja lærarum nóg góða tíð til at loysa uppgávurnar. Tað kunnu vit avgreiða her og nú – og tað hevur nógv hægri prioritet enn fysiska umhvørvið – hóast tað sjálvsagt eisini skal vera í lagi.

Vit hoyrdu í gjár í Degi og Viku eitt innslag um, hvussu umráðandi tað er fyri úrslitið hjá einari fyritøku, at tað verður førdur ein vikin starvsfólkapolitikkur. At starvsfólkini kenna seg vird, og at tað verða gjørdar íløgur í starvsfólkið. Hví skuldi fólkaskúlin verið eitt undantak.

Helena Dam á Neystabø

Harleyfacadeacryl