Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læring gjøgnum spæl

Skúlablaðið

Hvussu skipa tey tað besta barnaumhvørvið í frítíðarskúlanum og skúlanum á Argjahamri, har børnini trívast og mennast? Hvørji atlit skulu tey taka, og hvat er at hava í huga, tá tey skulu í gongd við eitt nýtt barnaprojekt sum forskúli? Hvørjum skal samstarvið vera merkt av, og hvussu fáa tey drigið eina línu, ið er til gagns fyri børnini, so tey hava bestan møguleika fyri at førleikamenna seg? verður spurt í einum áliti frá Skúlanum á Argjahamri til Tórshavnar Kommunu

Mangir eru hættirnir, ið kunnu nýtast til frálæru, ið eru 6-ára gomlum børnum at gagni. Vit kenna m.a. til Cooperative Learning, teir mongu intellegensirnar, Stig fyri stig, LP-hátturin, LISS o.s.fr. Tað, sum hevur týdning, er, hvussu kunnu vit byggja brýr millum stovnar, sum dagstovnur og skúli jú eru. Havast skal í huga, at hetta er ein sárbar og týdningarmikil tíð hjá barninum, har grundfatanin “at ganga í skúla og at læra” kann íbirtast.

Frásetið í forskúlanum kundi verið, at vit tvinna virksemið saman hjá námsfrøðingum og lærarum, har spæl og læring verður sett í ein ávísan struktur. Tað er av týdningi, at innihald og hættir eru lagað eftir teimum 6 ára gomlu, ið ikki hava brúk fyri eini skúlamentan, sum ber dám av reyv-til-bonk-undirvísing. Tey leggja seg eftir, at í júst hesum tíðarskeiðinum hjá barninum er høvuðsaktiviteturin spæl. Tí stremba tey eftir innihaldið, ið er grundað á “læring gjøgnum spæl”.

Juanita Schrøter Holm er lærari, og hennara øki í forskúlanum á Argjahamri er mál og kreativ og handalig øki.

– Eg havi tikið mær av ‘Málspølum’. Tað er ein øgiliga fín bók, sum snýr seg um málspøl, og har er ein líðandi gongd, sum í fyrstu atløgu er at lurta eftir ljóði. Harnæst eru tað rím og ramsur, setningar og orð, stavilsir, forljóð og ljóðeindir.

Juanita greiðir frá, at hesi ljóð halda fram sum tað spæl, har tey læra at ríma og um ramsur, ið m.a. hoyra til nøkur kend spøl, klappa í takt við stavilsir. Síðani fara tey eftir bókstavaljóði.

Bókin ‘Málspøl’ er týdd eftir bókini hjá professaranum Jørgen Frost, sum í dag er seniorgranskari, lesigranskari, á Bredtved kompetansesenter í Oslo.

Bókin lýsir tað hugagóða spælið hjá mongum børnum við málinum. Og nógvir ídnir námsfrøðingar og forskúlalærarar hava við sínum ídna virksemi lagt lunnar undir hetta savnið av málspølum. Tey eru vorðin alsamt meiri víðkað tey seinastu 15 árini soleiðis, at tey í dag eru eitt virðismikið og brúkaradygt amboð hjá tí námsfrøðingi og lærara, ið vilja arbeiða fyribyrgjandi. Við spølunum sum støði verður skipað fyri rannsóknarferð inn í málsins heim, har tey saman við børnunum kunnu undrast um allar snildirnar, ið liggja goymdar sum duldir skattir í spælinum við setninginum, orðinum, stavilsinum og ljóðinum.

Juanita sigur, at um morgnararnar verður forskúlaflokkurin býttur sundur í trý. Barbara Dahl, námsfrøðingur, og Mariann Poulsen, lærari, taka helvtina av flokkinum, og Chanett Danielsen, lærari, og Juanita sjálv býta so helvtina í tvey. Nú tekur Juanita sær av einum sjey-átta børnum, ið spæla málspøl. Síðan fara tey við málspølum í dramarúmið hjá skúlanum.

Viðhvørt er tíð til avlops, og so spæla tey eitt nú spøl, sum tey fyrr hava spælt úr bókini ‘Málspøl’, ‘krógva og blunda’ og onnur kend og elskað barnaspøl í dramarúminum.

Juanita hevur eisini tað kreativa, og eftir at tey hava havt talfatan og málspøl, hava tey ‘lítla matpakka’ (tey hava tveir matpakkar við) og síðan fríkorter í 20 minuttir. Og so hava tey eina langa spæliløtu við fríum spæli, sum teimum hóvar. Tað fría spælið hevur stóran týdning fyri menningina hjá hvørjum einstøkum barni, tí fer ein stórur partur av degnum til hetta.

Annars arbeiða tey við evnum sum til dømis jólum, slakti og heystinum og hinum árstíðunum, her tey taka mánaðirnar við. Tey arbeiða eisini við heilsu, kroppi og rørslu soleiðis, at tey fáa nakað kreativt burtur úr tí, tey arbeiða við. Yvirhøvur kemur eitt úrslit burturúr, sum so verður víst fram inni í floksrúminum, á bókasavninum hjá skúlanum ella úti á gongini. Í sambandi við heilsu hava tey gjørt ein flottan matarvarða. Tey hava klipt úr reklamubløðum, sum teimum dámar, og hava við hesum laðað sín stásiliga matarvarða.

Tey leggja dent á at syngja, og hvønn fríggjadag kvøða tey. Tey syngja yvir evnið sum bókstavirnir, tølini og vikudagarnar, og hvønn morgun savnast tey at tosa um veðrið og syngja. Tey tosa eisini um ‘dagsins orð’, ið er eitt nýtt orð, tey hava lært. Ja, tey tosa um barnageometriina – figurnar, tey hava lært at kenna, samstundis sum tey telja skúladagarnar í hundraðar, tíggjarar og eittarr.

Tey læra stutt sagt um gerandisdagin í barnahædd.

Børnini møta klokkan átta ella eitt lítið sindur fyrr, tí starvsliðið møtir klokkan hálvgum átta. Børnini hava sostatt somu sømdir sum barnagarðurin. Tað er altíð ein vaksin til staðar klokkan hálvgum átta at taka ímóti børnunum.

TEKSTUR: Sonne Smith

Kelda: skulabladid.fo

Harleywoodpaint