– skrivstovulærlingur, elektrikaralærlingur og tveir maskinsmiðulærlingar
SEV hevur tørv á fleiri dugnaligum lærlingum at byrja eftir summarfritíðina.
Søkt verður eftir einum skrivstovulærlingi, einum elektrikaralærlingi og tveimum maskinlærlingum.
Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, sum stuðla og vegleiða, so tín lærutíð verður áhugaverd og upplivingarrík í tryggum kørmum.
Tú
Fyri øll læruplássini er galdandi, at tú ert arbeiðssamur og hevur í minsta lagi prógv úr 10. flokki. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil, ella at tú útvegar tær hetta skjótast gjørligt.
Uppgávur
Í lærutíðini verður tú í tínum serstaka leikluti við til at veita øllum Føroyum streym. Talan er um nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, har tú fært fremstu og neyðugu vitanina um tað yrkið, sum tú velur at útbúgva teg innanfyri.
Arbeiðsstaður
Skrivstovunæmingurin hevur sín gerandisdag á skrivstovuni við Landavegin, elektrikaralærlingurin hevur arbeiðsstað í Havn, uppgávurnar eru tó um alt landið. Annar maskinsmiðslærlingurin hevur arbeiðsstað á Strond í Klaksvík og hin á Sundsverkinum.
Løn o.a.
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Bergtóru Høgnadóttir, HR-leiðara, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 16. juni 2017. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo
GG.: Viðmerk í umsóknini, hvat fyri eitt lærupláss, tú søkir.




