Vilt tú verða partur av eini spennandi fyritøku, so bjóðar Borg tær eitt lærupláss í Timburdeildini í Klaksvík
Vit vænta av tær, at tú ert arbeiðssom/-samur, hevur góð samstarvsevni og fram um alt, eitt jaligt lyndi, til at veita kundum okkara ta allar bestu tænastuna.
Nærri upplýsing um læruplássið, fæst við at seta seg í samband við Rodmund Nielsen tlf. 217628.
Freistin at søkja er fríggjadagin 24. juli 2015.
Umsóknir skulu sendast til:
Borg Runavík
Fjøruvegur 5
620 Runavík
Att.: Kári Hansen
ella við telduposti til: kari@borg.fo – borg@borg.fo – viðmerkjast ”lærupláss Klaksvík”




