Bláabók hjá KÍ er nú endurskoða og 15. apríl verður Bláabók handað venjarum felagsins á almennari móttøku í KÍ-høllini.
Endamálssetningurin fyri ungdómsdeildirnar hjá KÍ í samband við Visión 2009 er “Flest og best”, og tað er í tráð við hendan málssetning at Pætur Clementsen, undómsvenjari, saman við einum arbeiðsbólki hevur endurskoða og uppdatera Bláubók.
– Tilfarið er ætlað sum ein vegleiðing til okkara venjarar, so at tað góða arbeiðið, sum fer fram hvønn dag, fær eina javna góðsku. Í hesum er tað av stórum týdningi at venjarar, og øll í felagnum sum heild, eru tilvitað um hvørjum felagið arbeiðir fram ímóti, so at vit øll draga somu línu.
– Vónandi kann dagførda Bláabók geva íblástur til hetta arbeiði, sigur Pætur Clementsen.
Bláabók verður handað venjarunum á almennari móttøku í KÍ høllini tann 15. apríl og verður meiri at frætta um hetta seinri.




