Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lætt og einfalt at ferðast við FaroeJet

Oliver Joensen

Higartil hava meira enn 900 partaeigarar sett pening í Faroe Jet og ætlanin er at byrja flúgving 15. mai.

FaroeJet selur bert einvegis flogferðir, og ferðandi sleppa undan pappírsarbeiði, tí tey skulu einans upplýsa eitt nummar og vísa samleikaprógv, áðrenn tey fara avstað. Prísbygnaðurin er eisini sera einfaldur, og longu nú kunnu flogferðir frá 15. mai og frameftir bíleggjast á ferðaskrivstovunum. Ætlandi verður nýggja flogfarið sett í flúgving 1. mai, og um so verður, fer FaroeJet at bjóða sera bíligar flogferðir í byrjunartíðarskeiðnum fram til 15. mai
 
Mai 2006 verður ein varði á vegnum í føroyskari flogsøgu, tí hetta er fyrstu ferð, føroyingar einsamallir fara undir rutuflúgving einans við føroyskum starvsfólkum og flúgvikønum. FaroeJet fer frá fyrsta degi at gera flogferðirnar so lættar og einfaldar sum gjørligt.
Ferðandi við FaroeJet ferðast "ticket-less", sum tað eitur á flogmáli. Tað merkir, at ferðafólk skulu bert upplýsa eitt nummar og vísa samleikaprógv, áðrenn tey seta seg í flogfarið. Sostatt sleppa tey undan pappírsarbeiðinum, sum ofta stendst av ferðaseðlum, sum vit vanliga kenna teir. Ticket-less flogferðir verða alsamt meira brúktar, og væntandi hvørva pappírsferðaseðlarnir í 2007. Tó verður tað altíð møguligt hjá tí einstaka at skriva út eitt yvirlit yvir ferðina.
Øll viðskiftafólk hjá FaroeJet kunnu ferðast ókeypis við Strandfarðaskipum Landsins til og frá flogvøllinum í sambandi við eina flogferð. Hjá okkum er flogferðaseðilin galdandi líka frá bústaðnum, sama hvar í Føroyum ein býr.
Samband verður til allar flogferðir. Kostnaðurin fyri bussferð og ferjusamband er íroknaður flogferðaseðilin, og avtalan við Strandferðsluna tryggjar, at sumbingurin og sørvingurin ferðast fyri sama kostnað.
 
Sølan byrjar
Bílegging og søla av ferðaseðlum byrjar í dag á ferðaskrivstovunum. FaroeJet selur sínar ferðir umvegis ferðaskrivstovurnar og heimasíðuna hjá felagnum, har ferðaseðlasølan verður virkin um umleið tríggjar vikur. Tað verður við øðrum orðum ikki møguligt at ringja til FaroeJet og keypa ferðaseðilin, men starvsfólkini á skrivstovuni hjá FaroeJet eru sjálvandi altíð til reiðar at leiðbeina tey, sum ringja til felagið.
            Í fyrstu atløgu verður bert møguligt at bíleggja flogferðir frá 15. mai og frameftir. Upprunaliga ætlanin var at byrja flúgvingina 1. mai, men av tí at tað er óvist, um flogfarið verður klárt til 1. mai, hevur leiðslan valt at bíða við ferðaseðlasøluni í byrjunartíðarskeiðnum frá 1. til 15. mai. Ætlanin er at koma við fleiri góðum byrjunartilboðum, tá vissa er fingin fyri, júst hvønn av døgunum fyrstu tvær vikurnar í mai, FaroeJet kann byrja flúgvingina. Boðað verður frá hesum skjótast gjørligt.
 
Bíligt og gott
FaroeJet leggur doyðin á at veita sínum viðskiftafólkum bíligar ferðir á einum høgum tænastustigi. Felagið selur bert einvegis ferðaseðlar, og prísirnir liggja úr 695 krónum upp í 1.995 krónur. Ongar treytir eru fyri, hvussu leingi ein skal vera burtur, ella um at ferðast ein ávísan dag. Tað ber altíð til at broyta ferðaseðilin. Í ávísum førum kostar tað 500 krónur, og í øðrum førum er tað ókeypis.
            Tænastustigið verður business class í øllum flogfarinum, sum hevur breið leðursetur við góðum plássi til bein og knø. Heitur matur verður at fáa á ferðini.
Drykkjuvørur við ongum alkoholi verða ókeypis, meðan alkoholdrykkir verða seldir fyri ein sámiligan prís. FaroeJet letur ikki alkoholiskar drykkir ókeypis, tí felagið heldur, at tey, ið ikki drekka alkohol, skulu ikki rinda fyri tey, sum drekka alkohol. Ókeypis alkohol er ikki í samsvari við meginregluna um, at full fólk ikki sleppa umborð á eitt flogfar.
            Tollfría sølan verður frá einum vogni, sum verður rullaður aftur og fram í flogfarinum. Tax-free verður tískil beinleiðis frá vogninum og ikki umvegis bíleggingarlistar. Ferðafólkini fáa eisini eitt sonevnt "in-flight magazine" til at stytta sær stundir.
 
Meira enn 900 partaeigarar
Higartil hava meira enn 900 partaeigarar sett partapening í FaroeJet. Teir eiga úr 1.000 krónum upp í 2,5 milliónir krónur. FaroeJet hevur fingið dygga undirtøku í Føroyum, og búmerkið hjá felagnum er sóljan, ið er okkara tjóðarblóma, og sum eisini minnir um eina propell.            FaroeJet hevur langtíðarleigað fyrsta flogfarið í fimm ár. Flogfarið er av slagnum British Aerospace Avro RJ 100.