Sands Bygdarráð hevur í gjárkvøldið einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2017.
Sands Bygdarráð hevur í gjárkvøldið einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2017.
Bygdarráðið er samt um, at hækkingin í inntøkuni sum kommunan sær út til at fáa í 2017 í mun til í ár, skal koma borgarunum til góðar.
Tí hevur bygdarráðið avgjørt at hækka barnafrádrátturin við 2500 kr, upp í 8500 kr/barn. Afturat hesum lækkar barnaansingargjaldið við 100 kr./barn.
Við hesum verður persónsskattainntøkan komandi ár tann sama sum í 2016, 13,3 mió kr.
Íløgurnar verða 2,2 mió kr, størsti parturin til teknisk mál, kloakkir, byggibúning o.a.
Niðurgjalding av skuld er sett til 1 mió kr.
Samanlagdi raksturin hjá kommununi verður 17.190.000 kr í 2017.
Semja er eisini um, at næsta ár eigur skattatrýstið hjá borgarum tørn at lækka.




