og bert tá ið tað er átrokandi neyðugt og gagnligt – ikki minst fyri fastognarfólk á staðnum.
Lættar, frávik og óreglusemi
Lættar, frávik og óreglusemi hava verið gerandiskostur og siðvenja í byggimálum hjá Klaksvíkar kommunu. Hetta viðgongur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, eisini, tá hann í Sosialinum 20. august sigur: "at tað er mikið sannlíkt, at fleiri mistøk eru hend (les: gjørd) framman undan hesum ávísa málinum".
Innlendismálaráðið: Helst eingir
lættar og frávik
Innlendismálaráðið ger Klaksvíkar kommunu púra greitt í sínum grundgevingum:
· at reglan um lættar og frávik í byggisamtyktini má tulkast trongt
· at lættar og frávik frá byggisamtyktini einans eigur at verða gjørt í undantaksføri, um avgerandi fyrilit tala fyri hesum
somuleiðis verður víst á:
· at byggisamtyktin er gjørd eftir neyvari umhugsan og við sakkønari hjálp, og at tað tí hvørki er neyðugt ella ynskiligt at geva lættar og frávik
· at avleiðingarnar av einum fráviki kunnu gerast víðfevndar, tí aðrir borgarar kunnu ikki setast øðrvísi enn umsøkjarin, um teir eru í somu ella líknandi støðu.
· at atlitið til fastognarfólkið á staðnum hevur stóran týdning
· at fastognarfólk á staðnum mugu kunna hava álit á byggisamtyktini
Annað skinn um bak
Óskikkurin, at lata lættar og loyva frávik frá byggisamtyktini, má steðgast beinanvegin. Framyvir má reglan verða, at byggisamtyktin er galdandi uttan lættar og frávik. Bert í hendingaføri – helst ongantíð – eiga lættar ella frávik frá byggisamtyktini at vera loyvd, og tá bert, um tað er átrokandi neyðugt og í samráð við fastognarfólk á staðnum (§9 stk. 3)
Abraham Mikladal
——–
Innlendismálaráðið grundgevur:
Alment um fráviksreglurnar í byggisamtyktini
Fráviksreglan í § 9 er í tveimum – ein heimild er til kommununa at geva smávegis lættar, og ein heimild er til landsstýrismannin at gera frávik.
Í mun til heimildina at geva lættar sambært § 9, stk. 1 skal viðmerkjast, at Innlendismálaráðið er av teirri fatan, at henda heimild eftir sínum orðaljóði (ásetingin um, at byggivaldið kann geva lættar, tá tað snýr seg um mál av lítlum týdningi), og í samsvari við vanligar fyrisitingarligar reglur um undantøk, má tulkast trongt. Henda fatan verður stuðlað av, at ásetingin má samanhaldast við ásetingina í § 9, stk. 2, sum er ein meira almenn og víð heimild hjá landsstýrinum at gera frávik frá ásetingunum í byggisamtyktini. Innlendismálaráðið er tí av teirri fatan, at heimildin í § 9, stk. 1 t.d. í ongum føri kann røkka til at geva lættar (ella frávik), sum fara so langt, at eyðkenni ella karakterurin av økinum, sum byggisamtyktin miðar móti at skapa og varðveita, broytist.
Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at Innlendismálaráðið alment er av teirri fatan, at frávik frá eini byggisamtykt einans eigur at verða gjørt í undantaksføri, um avgerandi fyrilit tala fyri hesum, og tá bara um frávikið ikki er so víðgongt, at tað ber brá av broyting í byggisamtyktini. Atlitið til fastognarfólkið á staðnum – ið má kunna hava álit á byggisamtyktini, sum er gjørd eftir neyvari umhugsan og við sakkønari hjálp – hevur tí eisini stóran týdning í hesum sambandi.
Avleiðingarnar av einum fráviki kunnu eisini gerast víðfevndar, tí aðrir borgarar kunnu ikki setast øðrvísi enn umsøkjarin, um teir eru í somu ella líknandi støðu. Hetta talar tí eisini fyri at vera varin, tá um frávik ræður."




