Vit liggja miðskeiðis ímillum eitt hátrýst og eitt lágtrýst í morgun. Ein gomul regla, sum sjómenn nýttu nógv, sigur, at vendir tú ryggin beint ímóti vindinum, er hátrýstið høgrumegin og lágrýstið vinstrumegin teg. Júst soleiðis ber til í morgun at síggja hátrýstið yvir Finnlandi og lágtrýstið í Grønlandsfjørðinum.

Lágættin fer liggja í allan dag – sunnan og landsynningur seinni í kvøld. Vindferðin verður eisini umleið tann sama – eitt stívt andøvsgul, 8 til 11 m/s.
Tað verður skýggjað veður í dag við onkrum ælingum. Hitin í dag fer at liggja um 6 til 7 stig.
Nú eru bert 5 dagar til sólamyrkingina fríggjamorgunin. Hyggjandi í spákúluna sæst veðrið í útkantinum av framskrivingunum. Soleiðis sum tað sær út nú, verður skýggjað veður – 10 m/s úr útnyrðingi. Men hatta er sera óvist. Meiri um tað seinni.