Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lagið í topp á Vágsbøi

Oliver Joensen

Tað er púra opinlýst fyri øll í Klaksvík, at nakað óvanligt er í umbúnað í býnum. Fyrireikingarnar til Summar Festivalin síggjast aftur í miðbýnum, og í dag var gott lag á fólki, sum leitaði sær fram við á Vágsbøi

Prátið gongur lívliga um festivalin í hesum døgum, og roknað verður við sera nógvum fólki til stóra uttanduratiltakið leygardagin.

Tá fara Ken Hensley, Boney, Rag Rags, Frændur, Hanus Johansen, Guðrun Sólja Jacobsen og fleiri onnur at syngja og spæla, og fólk koma úr øllum landinum til festivalin.

Seinnapartin mikudagin legði nógv fólk leiðina fram við Vágsbøi, har fyrireikingarnar nú rættiliga eru komnar í hæddina. Pallurin verður smíðaður liðugur í løtuni, og síðani verður stóra ljóðanleggið sett upp.

Leygardagin verður alt til reiðar til størsta tónleikatiltak í Norðoyggjum nakrantíð.