Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lagt stilt fyri summarið

John D. Olsen

Nakrir línubátar hava lagt stilt fyri summarið

Nú summarið er í hæddini, og flest øll hava fingið summarfrí hava m.a. Ågot og Jákup B lagt stilt fyri summarið. Vanligt hevur verið tey seinastu árini, at bátarnir hava ligið við kai í nakrar vikur á hásummarið.

Eyðstein Poulsen, frá Ågot sigur, at teir vanliga liggja í tvær til fýra vikur. Tá plaga teir at pussa upp og annars rigga skipið til eitt nýtt fiskiár. Hann roknar við at teir í ár liggja stillir í umleið fýra vikur, soleiðis, at teir fara fyrsta túrin, beint eftir Sjómannadagin í august.

Í ár fara teir at smyrja botnurin og tískil verður skipið tikið upp.

Um trupulleikarnar við at fáa manning, sigur Eyðstein, at tað enn ikki hevur verið trupulleikin hjá teimum, men onkran túrin hava teir verið noyddir at ringja til onkran, ið vanliga ikki er við.

Hann metir, at fiskiskapin higartil í ár hevur við hampiligur.