Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lagtrýstveður í vikuskiftinum

Norðlýsið

Tað er eitt og sama lágtrýst, sum fer at mynda veðrið í Føroyum alt komandi vikuskifti. Lágtrýstið er statt yvir Grønlandsfjørðinum í morgun, og har fer tað eisini at vera alt vikuskiftið.

Trýstið er eitt sindur lágt í miðjuni á lágtrýstinum – í morgun var tað niðri á 970 hPa – men eftirsum tað er ein heilt fittur teinur úr Føroyum til Grønlandsfjørðin, fer tað ikki at vera illveður um okkara leiðir. Ringasta veðrið er nú í dag – 10 til 14 m/s úr landsynningi saman við regni. Nakað eftir nátturða í kvøld fer regnið at minka, vindurin eisini – og ein tímar ella tveir fyri midnátt er ættin stokkin vesturum til útsynning, og vindferðin minkar niður í 8 til 12 m/s.

Í nátt fer tað at vera ælaveður, og ættin fer at førka seg spakuliga upp ímóti ústynningi-vestri, og tað verður ættin størsta partin av morgindegnum. Vindferðin fyrrapartin og langt út á seinnapartin í morgin fer at liggja um 10 til 14 m/s; tíðliga í annaðkvøld fer vindurin at minka niður í 3 til 8 ms. Hitin bæði í dag og í morgin fer at liggja um tey 6 stigini.

Gott vikuskifti.